Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

KÍ er eisini hart rakt av Korona-kreppuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.03.2020 - 09:33 Ítrottur Tíðindi

(Longri samrøða úr Norðlýsinum mikudagin) KÍ hevur lagt alt virksemi í ungdómsdeildini niður. Besta mansliðið hevur vant alla tíðina, men við avmarkaðum møguleikum, serliga frá sunnudegnum av. Venjarin, Mikkjal K. Thomassen, sigur, at alt sum KÍ ger í hesum døgum er í samráð við lækna.

Í hesum døgum eru øll samd um, at m.a. ítróttur ikki hevur stóran týdning í mun til trupulleikarnar við Korona-smittuni, sum allur heimurin stríðist ímóti. Ítróttarfeløgini eru eisini týðandi partur í átøkunum í at forða, at smittan spreiðir seg skjótt. Liðini í bestu mansdeildini venja, men við sera avmarkaðum møguleikum. Niðanfyri hava vit fingið venjaran hjá KÍ at greitt frá mannagongdini síðstu tíðina og eisini hvussu hon var mánakvøldið, tá hesar linjurnar vóru skrivaðar.

 

Byrjaðu við avmarkingum í síðstu viku

Stóru tiltøkini móti Korona-smittuni byrjaðu stutt áðrenn 1. umfar skuldi byrja 8. mars. Tað gjørdi, at fyrst skuldi umfarið spælast uttan áskoðarar, og síðani bleiv tað avlýst. Áðrenn 2. umfar 15. mars blivu øll tiltøkini í Føroyum herd, so at tað als ikki kom uppá tal at spæla dystir yvirhøvur.

- Beinanvegin smittuvandin byrjaði at spreiða seg, so høvdu vit samband við lækna. Vit sendu alla ungdómsdeildina heim. Besta mansliðið vandi saman, men vit sendu liðleiðararnar heim. Tað gjørdu vit fyri at minka um bólkin. Í samráð við læknan so valdu vit at undirvísa hópinum í smittufyribyrgjan. Vit høvdu nógv spritt til staðar og eyka reinføri. Eingin annar enn hópurin kom í KÍ-kjallaran, so at vit ikki møttu nøkrum, tá vit komu og fóru. So valdu vit at geva leikarunum møguleikan at vera við í hesi venjingini. Men tað kravdi, at teir eisini isoleraðu seg sosialt á heimafrontinum. Tað merkti, at teir ikki fóru út í føðingardagar o.a. Leikararnir vóru samdir í, at soleiðis vildu teir gera. So vit isoleraðu okkum sum ein bólkur beinanvegin. Eg tosaði eisini við fleiri arbeiðsgevarar, so at leikararnir fingu møguleikan at arbeiða isolerað, og teir vístu øgiliga stóra vælvild. So vandu vit fram til og við leygardegnum 14. mars, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

 


Fóru í bólkar

Leygarkvøldið blivu tiltøkini herd í Føroyum, og tað ávirkaði KÍ.

- Men tá man politiskt kom út leygarkvøldið við enn strangari tilmælum, so valdu vit at gera enn meir. Frá sunnudegnum vandu vit við bólkum á fimm leikarar, og vit hava isolerað onkran venjara frá. So vit eru 20 leikarar eftir í fýra bólkum á fimm leikarar. Summir venjarar eru bara við summum bólkum, og eg komi fyri tað mesta at vera við øllum, men eg taki øgiliga nógvar ''forholdreglar'', so at tað ikki blívur krossvandi fyri smittu. So vit gera alt, sum vit kunnu. Tað órógvar nógv, men vit eru eisini øgiliga uppsettir uppá at arbeiða hart fyri at halda formin viðlíka og venja øgiliga hart. So vit koma so ella so sum bólkur á fimm leikarar at venja seks ferðir um vikuna. Partvís úti á vøllinum og partvís í styrkisrúminum. So vit gera sambært tilmælunum og skerpa tað kanska enn meir fyri m.a., at smittan ikki kemur inn í hópin og fer at spreiða eg og gera, at partur av hópinum skal í sóttarhald. M.a. tosa vit við leikarar og onkran dag hevur onkur leikari fingið boð um at halda seg heima, tí viðkomandi hevði verið í sambandi við onkran, sum var í sóttarhaldi. Men har vísti tað seg, at viðkomandi var ikki sjúkur av Korona, og so kom leikarin inn aftur. So vit isolerað heldur leikarar ein dag ov nógv enn ein dag ov lítið. Viðvíkjandi umklæðing, so eru tveir tímar ímillum bólkarnar, so tað eru 10 minuttir millum at nakrir hava vant, til teir næstu koma inn. Ímillum har so sóttreinsa vit skiftirúmið við spritt. Man kundi gjørt ógvusligari tiltøk, men í okkara støðu, í samráð við lækna, so eru vit á tí tryggu síðuni. Man skal ansa eftir, sum løgmaður eisini gjørdi greitt, at man ikki ger tað hysteriskt hysteriskt. Vit skulu vísa sera stóra virðing fyri øllum runt um hesi átøkini, men vit skulu ansa eftir at vit ikki steðga øllum upp, tí tað fremur ikki nakað fyri hesa tilgongdina. Vit vita at tað fara at blíva sjúk fólk. Tað er ikki ein trupulleiki so leingi sum sjúkrahúsverkið megnar at at geva neyðugu viðgerðina til øll. Uppgávan er ikki at steðga sjúkuni, men at seinka henni. Tað er perspektivið. Og tað skulu vit í ítróttarfeløgum eisini minnast til. Allar mannagongdir í KÍ runt venjingarnar vera gjørdar í samráð við læknan, sigur Mikkjal.

 


Mugu venja

- Vit vita ikki, nær kappingin fer í gongd aftur, men tað sum vit trúgva uppá er, at venjing í síðsta enda ger leikarar betri. Tí er tað ótrúliga týdningarmikið fyri okkum, tá vit eru eitt felag sum livir av fótbólti, at leikararnir blíva betri. Vit venja beinhart fyri at betra um fysikkin og allar partarnar av spælinum. Tað verður sjálvandi avmarkað, tá vit ikki kunnu vera nógvir saman, men so royna vit at tilrættisleggja venjingar sum menna leikararnar útfrá teimum møguleikum sum vit hava. So tað snýr seg um at betra leikararnar, heldur KÍ-venjarin.

 


Krevjandi hjá venjarum og leikarum

- Hetta er ótrúliga krevjandi og torført. Tað er nógv samskiftið, stórar avgerðir og man er noyddur at taka øgiliga stór atlit til heilsustøðuna. Og vit hava eina stóra ábyrgd sum fyrimyndir, og tí gera vit okkum øgiliga stóran ómak í øllum, sum vit gera, og ikki seta onnur í vanda. So tað er eitt stórt trýst og samstundis hava vit ábyrgdina av at hesir leikararnir mennast, eru væl fyri og ikki fara yvir í eina afturgongd. Tað er trupult, tá ein skal venja í nógvum bólkum. So tað er krevjandi, men vit eru uppsettir uppá at loysa tað.

- Tað er eingin ivi um, at mentalt er tað ein krevjandi støða fyri leikararnar. Men eg upplivi teir ótrúliga positivar og glaðar til venjing. Tað er ein øgilig svongd í hópinum, og tað ger at allir eru klárir at gera tað, sum skal til. So tað er imponerandi, hvussu sterkir og motiveraðir leikararnir eru, sigur KÍ-venjarin.

 


27 ella 18 umfør?

Enn veit eingin, nær tað aftur verður ráðiligt at spæla dystir. Onkrar leysligar metingar siga, at spælast kann kanska 1. mai, onkrar aðrar 1. juni og í ringasta føri kann kann blíva enn seinni enn tað.

- Hetta er ein so trupul støða hjá okkum øllum, eisini FSF, at vit hava eina stóra skyldu til fyrst og fremst at vera viðleikari til at finna góðar loysnir. Tað merkir, at umstøðurnar hjá okkum fara ikki at vera optimalar. Vit fáa ikki eina nýggja ''pre-sesong''. Øll liðini arbeiða undir ótrúliga avmarkaðum umstøðum í løtuni hvør í sínum lag. Eg trúgvi, at tað líkist nógv, sum liðini gera. Vit mugu virða, at tað kemur ein avgerð um, at tá tað er ráðiligt at spæla aftur, so spæla vit. Og so mugu vit handfara tað hvør í sínum lag. Eingin av okkum hevur upplivað nakað sum er í nærheitini av hesum áður, so man má ansa eftir at ikki brúka tað partapolitiskt. Í mínari verð eiga øll at standa saman í at finna góðar loysnir og leggja alt annað til viks. Bæði fyri trygdina og fyri ítróttin.

- Tað verður ein fíggjarligur smeitur, ikki minst fyri okkum, um vit ikki spæla fyrsta triðingin av kappingini, tí vit missa fimm heimadystir. Tað hevði eisini verið ótrúliga harmiligt, um kappingin mátti skerjast, men fyri meg er tað ein tíðarspurningur. Um tað kemur hartil, at man ikki klárar at avgreiða kappingina, so er tað sjálvandi rætt at stytta kappingina við einum triðingi og so spæla 18 umfør. Men ber tað til at avgreiða hana, so eigur man sjálvandi at halda fast í tí kappingini, sum er løgd. So eg haldi, at tað skal nógv til, áðrenn man fer til 18 umfør. Við 18 umførum letur tað upp fyri øðrum viðurskiftum sum m.a. at FSF má hyggja eftir at geva endurgjald til feløgini í mun til støðuna, so at vit ikki fáa feløg, sum blíva heilt illa fyri av hesum. Eg vænti, at har eru nógv feløg sum stríðast, tí alt steðgar upp. Kanska tey stóru feløgini hava tað lættast har, men har eru nógv smærri feløg, sum hava tað trupult, og tað skal man hugsa um. So hatta við longd av kappingini má man viðgera, tá man nú einaferð fer at kunna síggja, nær tað er ráðiligt at spæla aftur. Um vit kunnu byrja í apríl, sum kanska er órealistiskt, so er eingin trupulleiki at spæla 27 dystir. Tað er tað heldur ikki, um man byrjar 1. mai. Men koma vit nógv longur út á árið enn tað, so byrjar tað at blíva ein trupulleiki í mun til at spæla 27 umfør, sigur KÍ-venjarin.

 


Kappingin í ár

Til seinasta spyrja vit um, hvat fyri kapping vit kunnu vænta í ár.

- Vit hava næstan bara møtt teimum ovaru liðunum í venjingardystunum. Dystirnir hava sum heild verið javnir. Vit taptu í Norðragøtu móti Víkingi í einum jøvnum dysti. Vit vóru betri enn NSÍ, tá vit vunnu 2-0, men tá vóru teir kanska ikki heilt fullmannaðir. Móti HB var tað ein javnur dystur, og tað vóru báðir dystirnir móti B36 eisini, har vit vunnu tepurt. Útfrá tí er, at tað verður ein ótrúliga jøvn kapping. Liðini eru betri, enn tey vóru í fjør. Fimm lið hava realistiskan FM-møguleika, har nøkur hava størri enn onnur. Eg havi ikki ordiliga hug til at standa og rópa, hvør tað er. Men øll liðini hava ein møguleika, og tað hava vit eisini sæð í venjingardystunum, har úrslitini vóru jøvn. Breiddin er eisini ymisk. HB hevur ein óhugnaliga góðan hóp, men har eru eini fýra leikarar uttanfyri, sum ikki eru klárir enn. Slík viðurskiftir spæla inn. Víkingur er styrknað ''markant'', men vit mangla at síggja ordiliga enn, hvat Lukasz Cieslewicz, Finnur Justinussen og Ari Olsen gera, tá teir koma ordiliga upp í ferð. So nøkur viðurskiftir mangla vit at fáa svar uppá. Yvirskriftin er, at tað verður ein jøvn kapping, kanska meir spennandi enn nakrantíð. Eg haldi eisini, at TB sær spennandi út. Ov tíðliga at siga, um teir kunnu bróta inní topp 5, men eg vil siga, at tað verður eitt TB-lið, sum kemur at taka nógv stig frá topp 5 gjøgnum kappingarárið. Tað eri eg rættiliga vísur í, sigur Mikkjal K. Thomassen at enda við Norðlýsið.

 


Koma við kunning

KÍ-venjarin leggur afturat, at KÍ kemur við kunning, tá tað fer at nærkast at vera ráðiligt at venja aftur. Men nær tað verður veit eingin.

- Vit sum felag seta stóran prís uppá, at øll hava verið so hjálpsom. Vit fara at seta gongd aftur í venjingina í øllum felagnum so skjótt, at tað er ráðiligt sambært tilmælunum. Nevnd og ungdómsleiðsla viðgera støðuna sum tíðin gongur, so vit koma læta frætta, sigur hann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund