Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skýggini koma niður ímóti fjallatoppunum í Føroyum í dag. Æl við regni ella kava eru í erva í dag. 3 stig eru á muni ímillum hitan og døggpunktið. Luftin kann tí lyftast eini 3-400 metrar, áðrenn tætting og eitt sindur afturat tí, áðrenn avfall. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Vesturætt í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.03.2020 - 12:10 Tíðindi Veðrið

Eitt hátrýst hevur lagt seg yvir havið sunnan fyri Ísland. Tað forðar lágtrýstum at koma nær Føroyum.

Tað hevur ligið har í nakrar dagar. Einki lágtrýst er komið nær okkum við vindi og/ella regni ella kava í nakrar dagar. Tað ganga einir tveir dagar afturat, áðrenn vit merkja veðrið kring eitt lágtrýst beinleiðis.

Í morgun hevur vindferðin verið lítil – um 7-9 m/s – úr vestri ella høgari vesturætt. Soleiðis fer at vera seinnapartin eisini. Í kvøld veksur vindurin eitt sindur – upp í 10 til 15 m/s.

Einki brúgvalag er við at nærkast okkum enn. Tí er fyri tað mesta turt. Tó kann okkurt regn- ella kavaæl vera í støðum, har sum luftin verður tvungin upp um fjøll.

Í aðrar mátar er skýggjað og hitin sum um 6 – 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum