Lýsing
Lýsing
Norðhavnin í Ánunum

Samljóð millum vinnu og frið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2020 - 09:27 Leiðarin Politikkur Vinna

Orsøkin til, at Føroyar hava – í føroyskum mátistokki – sterk kraftsentur er, at har er uppstaðið og framvaksið eitt vinnulív, ið hevur vaksið seg stórt og skapt framgongd. Uttan hetta vinnulívið høvdu vit ongar býir í Føroyum uttan kanska fyrisitingarmiðdepil Tórshavn. Núverandi stórpláss sum Klaksvík, Fuglafjørður, Runavík og Tvøroyri vóru bygdir sum allar aðrar. Vit skylda vinnulívinum at hava frið at virka, eisini hóast tað hoyrist. Tá tað er sagt, eiga vit eisini at hava eina greitt defineraða lendisætlan.

Sjálvandi skulu øll hugsandi atlit, sum kunnu takast, takast til at fólk fáa sovið um næturnar. Men vit kunnu ikki fara so langt í teimum atlitunum, at vinnulívið ikki fær verið har, tí tá taka vit ongi atlit til vinnuna, bert til hin “partin”, um til ber at tosa um partar í hesum høpi.

Í 2007 gjørdi Klaksvík tað einasta rætta og læt eina nýggja havn byggja knappar tríggjar kilometrar uttan fyri býin. Hetta var Norðhavnin. Hon gjørdi, at fleiri av skipunum við ljósmotorum fluttu út um býin og tað merkti munandi meira frið um næturnar inni í sjálvum býnum. Her tóku kommuna og vinna soleiðis atlit til náttarfriðin hjá fólki.

Treyðugt so, nakað av ljóði frá skipunum er enn inni í býnum, eins og búseting vaks í Ánunum aftaná at Norðhavnin varð løgd har. Men støðan er munandi batnað, og felagsskapir sum Heimafriður mugu góðtaka, at teir ongantíð fara at fáa alt. Tá tað eru mótstríðandi áhugamál er besta loysnin næstan altíð eitt kompromis, har stríðandi partarnir møtast umleið á miðjuni og koma til eina semju, sum er til at liva við. Tað er tað einasta úrslitið, sum ikki hevur nakran tapara.

Kommunan gjørdi tó tann brølara, at hon ikki hevði eina greiða lendisætlan, har tað bleiv greitt definerað, hvat øki var til tungídnað, hvat øki var til ídnað, hvat øki var bústaðarøki og so framvegis. Tí er tað endað við, at búseting er komin tætt at øki við nógvum gangi frá havnarløgum. Hetta er júst sami trupulleiki, sum vit síggja í Kollafirði/Signabø, Fuglafirði og Runavík. Við eini lendisætlan høvdu vit kunnað fyribyrgt at komið í sama trupulleika í 2007.

Vinnulívið skal eisini geva seg, har tað ber til, og haðani sæst ein greiður vilji til m.a. at leggja um til landstreym. Tað hava vit eitt nú sæð í ætlanunum hjá Framherja um eina kombineraða battarí/landstreymsloysn, ið eisini er minni dálkandi. Hesar loysnirnar eiga kommunurnar at vera við til at menna og íverkseta saman við vinnuni. Hetta fer sjálvandi at taka tíð, og ta tíðina eiga vit øll at geva vinnulívi og kommunum.

Krevur tú alt ella onki, so endar tað ofta við, at tú fært onki. Tað eigur Heimafriður at skriva sær aftan fyri oyrað. Leggja tey so nógv trýst á kommunurnar, at tær síggja seg noyddar at kippa hønuna sum verpir gullegg, so er stórur vandi fyri, at tær heldur velja at ignorera Heimafrið. Ikki tí tær vilja tað, men tí krøvini eru blivin órímilig. Tí tað at hava vinnulív í eini kommunu er sera týðandi fyri kommununa, og tær fara ongantíð at forvísa vinnulívinum fyri at eftirlíka Heimafriði í øllum lutum.

Samljóð er einasta gongda leiðin. Vinnan skal minka um óljóð so frægt hon kann, kommunan skal fasilitera at tað ber til at minka tað enn meira, sum til dømis við at menna loysnir sum ta við landstreymi. Heimafriður má í sínum lagi sláa seg til tols við, at hetta er nakað sum tekur tíð og kostar pengar. Tí ræður um ikki at seta ov stór krøv uppá ov stutta tíð, tí gerast krøvini óyvirkomilig, verða tey als ikki gingin á møti.

Stuttsiktað kann tað tykjast best fyri ein einstakan part at vinna her og nú, men nógv tað besta fyri heildina eru langsiktaðar loysnir, har allir partar bæði hava givið og fingið. Tá fáa vit loysnir við bert vinnarum og ongum tapara.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…