Lýsing
Lýsing
Luftstreymurin kaldur í kvøld. Hitin fer nøkur stig niðureftir, tá ið ættin fer upp í útnyrðing | Mynd: en.wikipedia.org

Vesturætt í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.04.2020 - 10:35 Tíðindi Veðrið

Hann liggur av vestri í dag, og tað er eitt sindur av vindi.

Allar støðir hjá Vørn siga frá somu ætt, men ymiskt er við vindinum. Mestur vindur er í Mykinesi, 22 m/s; minsti vindur er í Akrabergi, 7 m/s.

Hátrýstið við tí methøga trýstinum, sum var um okkara leiðir í vikuskiftinum, er nú viknað nakað, samstundis sum tað hevur flutt seg burtur frá Føroyum í ein útsynning. Lágtrýst við vindi og avfalli nærkast okkum norðaneftir.

Tí er eitt sindur av vindi í dag, í kvøld og í nátt. Í morgin ári minkar vindurin eitt sindur.

Vindurin er minkaður eitt sindur kring landið síðan í nátt. Miðalvindferðin var 15 til 20 m/s. Nú er hon 10 til 15 m/s. Okkurt ælið er í støðum við regni, og hitin liggur um 4 til 6 stig.

Soleiðis verður veðrið allan seinnapartin eisini. Møguliga eitt sindur minni av vindi eina løtu eftir døgurða.

Í kvøld fer vindurin at veksa eitt sindur. Um 20 tíðina kemur eitt brúgvalag norðaneftir við regni ella kava. Hitin fer at minka nøkur stig. Tá ið tað slítur í 3 tímar seinni, støkkur ættin upp í útnyrðing.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…