Lýsing
Lýsing

Føðingardagsheilsan til Almannaverkið

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum  |  01.04.2020 - 16:27 Tíðindaskriv

Í dag fyllir ein av týdningarmestu stovnum í landinum 45 ár.

Tað var týsdagin, 1. apríl í 1975, at sosiala umsitingin varð yvirtikin, og Almannastovan sostatt sá dagsins ljós.

Í 45 ár hevur Almannaverkið, áður Almannastovan, trúliga tænt teimum borgarum, sum á einhvønn hátt hava tørv á hjálp ella stuðli.

Tænasturnar, sum Almannaverkið veitir kring landið, eru nógvar og ymiskar – úr rúgvuni kunnu nevnast sosial ráðgeving og leiðbeining,  stuðulstænastur til fólk við serligum tørvi og útgjald av ymsum veitingum.

Sosiala vælferðin hjá føroyingum og Almannaverkið hongur óloysiliga saman, og tað er ein sannroynd, at Almannaverkið í gerandisdegnum ger mun í lívinum hjá mongum føroyskum familjum og ger tað í størri mun nú, enn nakrantíð áður.

Samstundis ger Almannaverkið eisini mun hjá okkum politikarum og hjá mær sum landsstýriskvinna, tí Almannaverkið er ein vitanarstovnur, og mínar royndir eru, at ráðgevingin og vegleiðingin í sambandi við lóggávuarbeiði og í sambandi við innrættan av vælferðarskipanunum veruliga er kvalifiserað.

Eg haldi, at vit føroyingar geva okkum ikki altíð far um, hvussu stóran týdning, Almannaverkið í roynd og veru hevur fyri so óteljandi nógv okkara.

Ikki minst í hesum torføru døgum, nú Korona herjar um allan heim, og eisini ger um seg her hjá okkum.

Eg sendi í takksemi øllum tykkum ein tanka, sum hvønn dag fara til arbeiðis og ótroyttiliga veita nógvum av teimum eina hjálpandi hond, sum hava størstu avbjóðingarnar.

Øll tit nógvu starvsfólk í Almannaverkinum – tað eru tit, sum eisini í hesum døgum skapa karmar fyri, at hesi fólk fáa eitt virðiligt og innihaldsríkt lív.

Av hjarta vil eg takka tykkum fyri tað!

Kærar heilsur og tillukku við 45 ára føðingardegnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin