Lýsing
Lýsing
Lýsing

Partur av fiskiflotanum liggur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.04.2020 - 16:32 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Kristin Vilhelmsen, skipari og reiðari á Gudrun, ið roynir við gørnum eftir havtasku sigur, at tað eru nú 14 dagar síðani at teir tóku gørnini inn og løgdu bátin. Eg kom til tað niðurstøðu, at tá prísurin á havtasku fór langt niður, og fiskakeyparnir ikki keyptu meira, so forbjóðaði tað sær sjálvt, at halda áfram við fiskiskapinum.

Harafturat var støðan tann síðani korona sjúkan fór at gera um seg, at bleiv ein av okkum sjúkur og gørnini stóðu úti, so høvdu vit ein trupulleika. Tí metti eg at tað var best at binda Gudrun við kei nú í eina tí ímeðan vit hyggja eftir hvussu leikur fer.

Norðlýsið tosaði eisini við skiparan á Norðsøka, Hera Vang. Hann sigur, at teir royndu sum longst at rógva út, men prísurin á hýsu fór heilt niður á 6 krónur fyri kg, so har var faktiskt onki at fara eftir. Eg helt tað ikki vera ráðiligt at brúka fiskidagar tá prísurin á toski eisini fór niður.

Harafturat fingu vit korona sjúkuna í egningarskúrin. Vit valdu tí at halda uppat við útróðrinum. Eisini tí at summir av egnarunum eru komnir so mikið til árs, at vit hildu tað ikki vera rætt at biðja teir um at møta til egningar.

Nú taka vit tað róðligt, helst til páskini eru av. So skal báturin upp og harafturat fara vit at rigga til at fara til Íslands á snelluveiðu. Gongur alt væl, so verður helst ein íslandstúrur tað fyrsta hjá okkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…