Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Eigararnir á Borðoyarnesi trúgva uppá framtíðina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.04.2020 - 23:00 Tíðindi Vinna

(Grein úr Norðlýsinum týsdagin) Ein broyttur fiskivinnupolitikkur er ein av høvuðsorsøkunum til, at Borðoyarnes hevur gjørt stórar umvælingar fyri at brynja seg til framtíðina, sum eigararnir nú trúgva uppá. Skiparin og ein av størru eigarunum, Christian G. Mathisen, sær ljóst uppá framtíðina.

Tað eru seks eigarar í Deep Sea Fishing Sp/f, sum eigur Borðoyarnes. Allir úr Norðoyggjum. Størstu eigararnir eru Christian G. Mathisen, Anita Kjærbo og Árni Zachariasen. Tey eiga tilsamans 62 %. Eingin av størru fyritøkunum í Føroyum eiga í Deep Sea Fishing Sp/f. Bæði navn og litur er tað sama sum fyrrverandi línuskipið Borðoyarnes, ið royndi nógv á Flemish Kap m.a. í 1980'unum. Har var Christian G. Mathisen, sum er skipari og ein av størru eigarunum á Borðoyarnesi, partur av manningini ta einu tíðina.

 

Samgonguskiftið var avgerandi

Christian G. Mathisen sigur, at hevði ein nýggj samgonga ikki komið til og broytt fiskivinnupolitikkin, so hevði hetta felagið handan Borðoyanes ikki gjørt stórar íløgur í skipið.

- Hevði fyrrverandi samgonga sitið við valdið, so høvdu vit kastað handklæðið í ringin á jólum. Tí tað bar ikki til at koyra vinnu við tí politikkinum, sum fyrrverandi samgongan koyrdi við, sigur Christian við Norðlýsið.

- Síðani hevur nógv prát verið um, hvussu ung fólk sleppa framat í vinnuni. Um man vil hava eitt fiskiloyvið, so fær man eitt fiskiloyvið. Tað eru nógv fiskiloyvir at fáa enn tann dag í dag, um man er áhugaður. Tað eru ikki so nógv sum fáa makrelloyvið, og tað eru ikki øll sum fáa eitt flott nótaskip at sigla við. Men vil man byrja nakað, so eru nógvir nógvir møguleikar og eisini fíggingamøguleikar, sigur ein av eigarunum á Borðoyarnesi.

 

Borðoyarnes hevur fingið stóra umvæling

Seinastu tíðina hevur Borðoyarnes ligið til umvælingar á KSS í Klaksvík. Borðoyarnes er upprunaliga línuskip, men hevur síðani hann bleiv keyptur til Klaksvíkar í 2018 mest roynt eftir krabba.

- Tað trongdi alvorliga til, men nú hava vit eitt gott skip og eitt vakurt skip. Vit hava næstan skift alt út, sum kann skiftast út. Vit hava roynt at gjørt arbeiðsumstøðurnar so góðar sum møguligt hjá fólkinum. Vit hava brúkt eini tvær milliónir uppá skipið í hesum umfarinum. Tað er KSS, sum hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, og so hava nakrir av eigarunum eisini arbeitt umborð hvønn dag í langa tíð. Vit høvdu eitt bíligt skip, men nú er tað sum hini línuskipini. Og so spyrja summi, hvussu tað ber til hjá hasum fólkunum at gera slíkar umvælingar. Tað eru ikki makrelpengar, men økt lán, ið gera tað. Eigararnir hava spent bogan hart fyri at fáa hetta at bera til, sigur hann.

- Tað kom tó væl við, at vit fingu hendan makrelin. Vit fáa at síggja, hvat vit gera við makrelin framyvir. Í ár hava vit valt at selt tað til eitt felag, sum fiskar makrel, og so fáa vit at síggja framyvir, hvat tað verður. Kvotan í ár var 190,5 tons hjá øllum línuskipunum. At vit fáa makrel er ikki nakað, sum vit bara hava fingið serverað á einum silvurfati. Vit hava arbeitt hart fyri at fáa tað at bera til og hava spent bogan so hart sum tað ber til. Í almenna rúminum fær man tað at ljóða sum, at teir hava fingið makrel, so nú ber alt til. Soleiðis hongur tað ikki saman, sigur hann.

 

Royndarverkætlan eftir slímálli

Fyrsti túrurin eftir umvælingina verður eftir ein royndarverkætlan eftir slímálli.

- Vit fara eftir ætlan eftir slímálli fyrst. Vit hava fingið stuðul frá landinum til at gera hesa royndina eftir slímálli. So har fara vit at vita, um vit fáa tær støddirnar, ið eru nøktandi. Tað snýr seg um at finna eina leið, har man kann fiska eftir slímálli. Í Svínoyarhavinum er nógvur állur at fáa, tí har royndu vit í fjør, men støddirnar hava verið heldur smáar. Tað var nokkso nógv av álli á 35-40 cm, men ikki so nógv av álli yvir 40 cm og 40 cm er tað, sum marknaðurin setur treytir um fyri at selja tað til matna. Vit fara at byrja har eysturi, men fara runt um allar Føroyar, har tað snýr seg um at finna eina leið, har sum mest av slímálli er av støddini yvir 40 cm., sigur hann.

 

Krabba-veiða er høvuðsvinnan hjá Borðoyarnesi

- Eftir tann túrin, so fara vit mest sannlíkt at royna eftir krabba. Royndirnar hjá Borðoyarnesi eru, at tá vit hava verið úti og roynt uttan trupulleikar, so hevur tað verið í ordan. Men vit hava havt ov nógvar mekaniskar trupulleikar. Hesir trupulleikarnir hava gjørt, at tað hevur verið tungt. Nú hava vit gjørt nógv við skipið. Ætlanin er at hava fulla manning, sum eru 15 mans. Í løtuni er prísurin á krabbanum góður, eini 145 kr. pr. kg í miðal. Tað er eftirspurningur eftir krabba, so tað kann man ikki lata fara, tá fiskaprísirnir annars ganga niður. Vit hava havt túrar á 12-14 tons av liðugtvøru, og tá hava vit verið úti í 30-40 dagar. Vit kunnu liggja úti í tveir mánaðir við skipinum, sigur Christian.

 

Útlendingar hava hjálpt til at manna skipið

Borðoyarnes hevði í 2019 og part av 2018 útlendingar við, tí tað var so trupult at fáa fólk.

- Vit hava ikki havt eitt so modernað skip, so tað bleiv trupult at fáa fólk. Skipið er bygt í 1976 og tað ger, at tað er ikki so lætt at fáa fólk sum hjá øðrum línuskipum. Tað gjørdi, at vit í 2019 og eitt sindur í 2018 fóru til at brúka útlendingar, sum hjá okkum vóru frá Litava. Nú hava vit tó fingið eina serliga støðu við hesi koronasmittuni, so tað ger, at teir sleppa ikki til Føroyar, har er einki at gera. Tað er ein rúgva av fólki í Føroyum, ið ikki ánar, hvat tað skal gera, so tað verður ein eitt sindur merkilig manning, sum vit koma at hava fyrsta túrin, tá vit fara avstað, og tað er ætlanin at fara í hesi vikuni. Klára vit at manna skipið við føroyingum, so verða tað føroyingar framyvir, men tað hevur einki arbeiðsloysið verið í Føroyum, og tí hava vit hava brúk fyri at fáa útlendingar við. Vit høvdu nógvar trupulleikar fyrstu tíðina við at hava útlendingar, tí tað er ikki bara bara við at fáa øll loyvir og allar mannagongdir uppá pláss, og tað kostaði okkum nakað, men sum tíðin gekk, so bleiv tað betur og betur. Útlendingarnir skulu m.a. hava bústað í Føroyum og so kann eg til stuttleikar nevna, at einaferð í fjør, vóru 25 útlendingar skrásettir á mínari adressu, og tá fingu vit 25 kringvarpsgjøld, so tað er langt út, og teir skiltu tað ikki. Men tað bleiv goldið, so teir eru javnt stillaðir við øll onnur í Føroyum og gjalda fullan skatt í Føroyum.

- Vit hava roynt ymsar vaktarskipanir. Vit royndu fyrstu tíðina at koyra við longum vaktum og tað var strævið. Tað sum hevur víst seg at rigga best er at ganga 6-6, men vit fara at koyra 8-8 og tað er fyri at halda seg til reglarnar, ið eru í dag. Reglarnir í dag siga, at man skal hava 8 tímar samanhangandi hvíld eitt døgn og tað fær man ikki við 6-6 vaktarskipan, hóast 6-6 vaktarskipanin í okkara føri er tann effektivasta, sigur skiparin á Borðoyarnesi.

 


Hava nógvar møguleikar

Christian G. Mathisen sær ljóst uppá framtíðina, tí Borðoyarnes hevur nógvar møguleikar.

- Vit hava 1,4 dag við línu og hava so møguleikan at keypa fiskidagar eins og onnur línuskip. Men vit hava so nógvar aðrar møguleikar runt um. Vit hava nógvar dagar í NEAFC-økinum, vit hava møguleika til at royna eftir longu og brosmu í ES-sjógvi, vit hava NAFO og so hava vit krabba-loyvið umframt at vit kunnu søka m.a. eftir kvotu í Grønlandi. Vit hava áleið 10 fiskiloyvir, tá tað skipið loysir.

- Eg síggi ljóst uppá framtíðina. Okkara verkætlan er løgd eftir at hava krabba-veiðu sum tað berandi, har vit síggja fyri okkum, at vit brúka 7-8 mánaðir uppá krabbaveiðu og so 4 mánaðar eftir øðrum. Tá vit hava fingið tillaga okkara virksemi, so fara vit at lata loyvini innaftur, sum vit ikki brúka og ikki søkja um tey aftur. So kunnu tey sum hava brúk fyri teimum fáa gagn av tí. Tað týdningarmesta er at hava eitt vinnutól sum riggar. Og tað burdu vit fingið nú, tá skipið hevur fingið ein slíkan umgang, sigur Christian G. Mathisen at enda.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund