Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kalt í dag afturat. Í morgin verður eitt sindur lýggjari aftur. | Mynd: Pól Sundskarð

Kalt aftur í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.04.2020 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Kalt aftur í dag. Køld luft úr Norðureysturgrønlandi rekur ímóti Føroyum í dag afturat.

Seint í kvøld ella beint eftir midnátt fer ættin at broytast til eystan.

Í vikuskiftinum fer lýggjari luft at koma sunnaneftir. Hitalagið fer at kvinkast uppeftir seinnapartin.

Veðurvánirnar fyri dagin í dag eru tær, at tað fer at vera eitt lot úr útnyrðingi-norði. Vindferðin um 5 m/s.

Tað vera løtur við kavaælingi í dag – serliga seint fyrrapartin og eitt sindur eftir middag. Seinnapartin og í kvøld verður tað longri millum ælini. Fyri tað mesta samdrigið, men tó okkurt hol upp ígjøgnum skýggini.

Hitalagið í dag fer at liggja um frostmarkið. 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund