Lýsing
Lýsing

Hjálpið handilsvinnuni við at keypa føroyskt

SKRIVAÐ: Bergur Andreasen, handilsmaður.  |  06.04.2020 - 05:29 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Neyvan nakar hevði ímyndað sær, at ein lítil virus upp á so stutta tíð fór at venda øllum á høvdið og raka allan heimin so brádliga og álvarsliga. Ikki minst fyri handilsvinnuna, sum undirritaði er ein partur av, hevur hetta havt nógvar óhepnar fylgjur.

Polittikarir hava nógvar avbjóðingar í hesum døgum, og torførar avgerðir skulu takast, og heitt verður hvønn dag á føroyingar um at standa saman. Men nú tosað verður so nógv um hjálparpakkar, haldi eg tað manglar eitt týðandi atlit, sum als ikki hevur verið frammi í orðaskiftinum um, hvussu vit á bestan hátt kunnu stuðla hvørjum øðrum. Nevniliga tað at keypa føroyskt og á tann hátt beinleiðis stuðla undir torføru avbjóðingarnar hjá føroyskum handils- og vinnulívi, uttan at hetta í veruleikanum nýtist at kosta eina krónu.

 

Ein góður hjálparpakki til føroyska vinnu hevði nevniliga verið, um vit veruliga stóðu saman um at brúka føroyskar fyritøkur. Vit hava fingið nógvar áheitanir um, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at umganga smittu. Eg sakni tó eina áheitan frá okkara politikarum, sum hevði verið ógvuliga kærkomin. Nevniliga at standa saman um føroyskt vinnulív við at keypa inn umvegis føroyskar handils- og tænastufyritøkur.

 

Vit síggja tíverri alt ov oftani, at tá keypast skal inn í størri mun, so verða eyguni fyrst og fremst vend móti útlendskum veitarum. Og løgið nokk eru tað almennu Føroyar – landið og kommunurnar – sum í stóran mun ganga á odda í hesum. At útlendskir veitarar fáa møguleikan, uttan at føroyskir veitarar so frægt sum verða spurdir ella bidnir um at geva tilboð til eitt størri ella minni innkeyp.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð nógv gjørt burturúr, at vit fingu ein føroyskan útboðsportal. Hesin er lítið meira enn eitt eiti og verður nærum ikki brúktur. Hví so er, skilji eg ikki. Føroyskir myndugleikar – tað veri seg politikarar og umsitingar innan tað almenna – áttu ikki at latið staðið til, men tala at hesi gongdini, har leiðreglur um útboð ikki vera fylgdar.

Við at brúka føroyskt vinnulívi fæst munandi meira fyri skattakrónurnar, eins og hetta skapar ringar í vatninum, sum í stóran mun hevði sæst aftur í okkara samfelagi.

 

Ikki minst innan byggivinnuna eru nógvar uppgávur almennar og kommunalar, sum verða goldnar av okkum skattaborgarum. Sostatt burdi áhugin hjá tí almenna verið at eggja til at nýta føroyskar fyritøkur, tá keypt verður inn, tí hetta fer at síggjast aftur bæði í landskassa og teimum ymsu kommunukassunum.

 

Ikki tí, at vit fyri einhvønn prís skulu brúka føroyskar fyritøkur, um tær ikki eru kappingarførar. Men sleppa tær ikki at bjóða seg fram í kappingini við útlendskar veitarar, so hava tær heldur ikki møguleikan fyri at vísa, hvat tær duga.

 

Tað er tí min inniliga áheitan á okkum og ikki minst almennu Føroyar og kommunurnar um at standa saman um føroyskt vinnulív. Gevið tí lokala vinnulívinum ein møguleika, áðrenn tit venda tykkum til útlendskar veitarar.

 

Latið okkum standa saman, hugsa føroyskt og brúka føroyskt. Á tann hátt kann føroyskt vinnu- og handilslív best koma fyri seg aftur eftir hesa herviligu kreppuna, sum er yvir okkum, men vónandi skjótt leggur seg aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitja 5 fjallatoppar og vinn
Kirkju­bøkur­nar í Eysturoynni
Kaj Leo Holm Johannesen helt røðu til pr…
Upptakt: KÍ-TB
Søla í smáttunum
Kommunala Eftirlitið kannar valagn
Tøkk
Fleiri vegir verða asfalteraðir
Norðlýsið á gøtuni
Læra av Bakkafrost
Danmark-Føroyar í oktober
Fylg makrel­kanningu­num 2020
Tað spruttar av lívi í Klaksvíkar Róðrar…
Tróndardagur í Gomlu Norð­ragøtu
Løgtingsvalið í Klaksvík 1994
Marknaðargrundað skipan í Havn
Team Klaksvík hevur tveir útlendskar mál…
Lógaruppskot um bústaðaætlan til hoyring…
Team Rynkeby á ferð í Føroyum
Silvur­brúdleyp - June og Trygvi