Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi Akraberg hjá Framherja | Mynd: Framherji

Nú er gott við einum sterkum vinnulívi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.04.2020 - 10:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er ikki av tilvild, at ongin hjálparpakki enn er til tær stóru vinnulívsfyritøkurnar í Føroyum. Tær standa síðst í røðini, tí vit eiga í Føroyum sterkar vinnur, sum hava gott mótstøðuføri, nú tað leikar hart á. Har onnur lond gera hjálparpakkar uppá fleiri milliardir, kanska 10-13 prosent av allari bruttotjóðarúrtøkuni, sær tann sterki parturin av føroyska vinnulívinum út til at hóra undan við nógv minni hjálp.

Vit kunnu við ræðslu ímynda okkum, hvar vit høvdu verið stødd, um tað effektivasta reiðaríið skuldi latið alt sítt yvirskot inn til Landskassan sum gjald fyri uppboðssølurættindi, meðan tey minnu effektivu ikki sluppu at fiska í heila tikið. Landskassin hevði havt meira, ja, men hevði mugað goldið alt út aftur fyri at bjargað stóru fyritøkunum undan húsagangi, tí tær onki høvdu at standa ímóti við.

Í staðin síggja vit nú eitt vinnulív, sum hjálpir til í samfelagnum. Landssjúkrahúsið hevur fingið stórfingna gávu frá Eik Banka, ið kom væl við, meðan Felagið Nótaskip hevur givið granskingini hjá m.a. Pál Weihe um Corona-skuggatølini eina millión. Og í staðin fyri at senda fólk heim, tí allur kapitalur er brúktur uppá uppboðssølurættindi og marknaðurin er víkjandi, síggja vit Framherja keypa ein nýggjan Akraberg. Hetta er veruliga nakað, ið birtir vón.

At vinnulívið hevur kapital nú heldur samfelagshjólunum koyrandi, gamaní við niðursettari ferð. Fiskivinnan og alivinnan arbeiða framvegis við nøkulunda ferð, tó at onkur virki hava lagt fyribils stilt, tí goymslurnar eru fullar. Heilt nógvir partaeigarar hava ósjálvsøkið frásagt sær at fáa útgoldið vinningsbýti í ár, fyri á tann hátt at hava pengarnar í fyritøkuni og harvið halda hana koyrandi við egnum midlum.

Hetta ger bæði, at Landsstýrið kann konsentrera seg um at hjálpa teimum smáu fyritøkunum  og at Landskassin fær hildið sínum útreiðslum niðri. Vit vita sjálvandi væl, at tað ikki fer at eydnast Landskassanum at hava yvirskot í ár, men tað fer neyvan heldur at vera neyðugt at spræna milliardir í vinnulívið – í øllum førum ikki, sum støðan sær út í løtuni. Tískil verður undirskotið helst av eini yvirkomiligari stødd.

Tann hjálpin, sum hóast alt er latin størri fyritøkunum frá landinum, er heldur ikki farin til fyritøkurnar sjálvar, men til starvsfólkini. Hetta er í formi av sjúkradagpeningum til fólk í sóttarhaldi og arbeiðsloysisstuðuli til heimsend ella partvís heimsend starvsfólk. Hetta hevur so gamaní givið fyritøkunum betri gjaldføri, so landið hevur hjálpt fyritøkunum, treyðugt so.

Var vinnulívið tvingað niður í knø við eini uppboðssølu, har fleiri reiðarí ongi rættindi fingu, og restin brúkti allar sínar kapitalreservar uppá rættindini, so høvdu vit uttan iva eitt vacuum í løtuni, har vinnan bíðaði eftir einum milliarda-hjálparpakka frá landsmyndugleikunum. Alt meðan tað ikki fekk endurnýggjað vinnutólini, tí ráðini vóru ikki til nýggj skip, einans til at útvega sær rættindi at fara til arbeiðis.

Hesin formurin av samanhaldi, sum vit síggja nú, ber bara til, tí vit hava bæði eitt sterkt vinnulív, eina sterka arbeiðsloysisskipan, sterkar kommunur og ein sterkan landskassa. Vinnulívið rindar sítt inn og tað ger sítt til, at kommunur og landskassi hava gjaldføri at kunna svara sínar skyldur og gera hjálparpakkar. Alt eftir hvussu leingi Coronakreppan varir, er møguleiki fyri, at stóru vinnulívsfyritøkurnar kunnu fáa tørv á hjálp, men tað at vit hava eitt sterkt vinnulív nú er grundin til, at tað ikki longu er hent.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld