Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útstykkingin á Fossum – sáttmálin er undirskrivaður

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  08.04.2020 - 17:48 Tíðindaskriv

Jógvan Skorheim undirskrivaði í dag sáttmálan við RTS, sum eftir útbjóðingina átti lægsta tilboðið uppá útstykkingina á Fossum.

Tað eru SNA arkitektar, sum hava projekterað verkætlanina, har tað í fyrsta byggistigi er talan um 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum verður 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at øll verkætlanin eftir ætlan skal taka trý ár, frá tí at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara. Roknað verður tó við, at fyrstu grundstykkini longu verða klár at útlutað í juni í ár, so fólk hava møguleika at leggja arbeiðið við tekningum og øðrum tilrættis í góðari tíð. Hetta fer vónandi at gera tað lættari at byrja byggingina, so skjótt fyrsti partur av útstykkingini er liðug.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar