Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyndin er komin!

SKRIVAÐ: Fyndin  |  10.04.2020 - 19:48 Tíðindaskriv Tíðindi

Ársins fyrsta útgáva er nú í sølubúðunum. Sum nakað nýtt kann blaðið nú eisini keypast inniá www.fyndin.fo. Keypir tú blaðið í nethandlinum, bera vit tað ókeypis út til tín.

Í blaðnum hesaferð kanst tú lesa romantisku søguna um Mariu í Ullvøruhúsinum, sum lítur aftur um bak og fortelur okkum, hvussu forelskaður ein kann blíva, hóast ein ikki er heilt ungur longur.

Tannáringatíðin verður ofta søgd at vera ein broytingartíð, har kroppurin broytist, og ein kann gerast ørkymlaður og flovur. Tað sama kann sigast um árini, tá ein er vorðin gamal. Kroppurin broytist – tíverri ofta til tað verra. At noyðast at brúka eitt hjálpartól kann virka flovisligt og kann eisini gera, at ein fær særandi viðmerkingar. Hetta fortelur Marita Matras okkum um á. Hon minnir okkum á, at vit skulu tora, ikki vera flov og liva lívið til fulnar, ímeðan vit hava tað.

Ein dagin segði onkur “Tað syrgiligasta í verðini er at síggja foreldur síni eldast”. Eyð Matras hugleiðir um júst hetta. Eyð er dóttir Maritu og hevur alt sítt lív havt nógvar tankar um mammu sína og um tað at missa.

Sum vit plaga, hava vit vitjað eitt av mongu eldraheimunum í Føroyum. Hesaferð var tað Lágargarður, sum opnaði dyrnar fyri okkum á Fyndini, og vit eru takksom fyri at fáa innlit í gerandisdagin hjá teimum.

Ommusa uppskriftir eru eisini við, og hesaferð eru hvítar smákøkur og Fru Idas lagkage á skránni.

Umframt hetta gevur Poula Patursson, kostráðgevi, góð ráð í sambandi við vantandi matarlysti, og hesaferð hevur Jógvan við Keldu fingið orðið.

Vit ynskja tær góðan lesihug!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…