Lýsing
Lýsing
Lýsing
Loftið er, sum tað er vanligt at síggja á vesturætt hesa ársins tíð. Miðalhøgir bøklar (altocumulus) og fjallabøklar (orographic cumulus). Hesi seinnu hava æl við sær í støðum kring landið í dag. Fleiri æl, har sum fjøllini eru høg - færri æl, har sum fjøllini ikki eru so høg. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Veðrið um páskirnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.04.2020 - 15:53 Tíðindi Veðrið

Eitt lot av vestri og útsynningi í dag, um 3 til 8 m/s. Hetta er lýggj luft, sum kemur langt sunnaneftir. Í kvøld verður henda lýggja luftin trokað burtur av kaldari luft, sum kemur úr Norðurgrønlandi.

Har sum heitt og kalt møtast, har verður skýggjað og tað kann eisini regna ella kava. Tað velst um hitalagið ta løtuna.

Kalda rákið av luft fer at vera í alla nátt og í allan morgin, páskadag. Páskakvøld minkar vindurin eitt sindur, og mánanáttina fer hann aftur at koma úr útsynningi.

Meira ítøkiligt um veðrið á páskum, so fer útsynningurin at liggja til nátturðatíð í kvøld. Tá fer ættin at flyta seg upp ímóti norði, samstundis sum eitt brúgvalag við regni kemur yvir okkum norðaneftir.

Ein tíma fyri midnátt – ella so – er vindferðin farin upp í 13 til 18 m/s av norði, og ein tíma ella tveir eftir midnátt er slitið í. Hitin fer skjótt niðureftir. Tíðliga páskamorgun er hitalagið komið niður í 2-3 stig.

Páskadag fer hann at liggja av norði ella vesturhallum norði. Vindferðin um tíðliga um morgunin 13 til 18 m/s, men vindurin fer at minka spakuliga allan dagin. Á middegi eru 10 til 15 m/s; klokkan 18 eru 5 til 10 m/s. Burtursæð frá nøkrum ælum á morgni, verður páskadagurin turrur.

Seint í annaðkvøld er vindferðin minkað niður í 5 m/s, og ættin hevur flutt seg úr vesturhallum norði til únyrðing. Mánanáttina fer hann niður í vestan – framvegis lítil vindur, um 5 m/s. Út á fyrrapartin fer hann niður ímóti útsynningi, og vindferðin veksur eitt vet, upp í 5 til 10 m/s. Turt annan páskadag, allan dagin – og hitin fer at liggja um 2-3 stig á morgni, men hækkandi upp í 6-7 stig út á seinnapartin.

Her av veðurredaksjón Norðlýsisins verður ynskt øllum okkara mongu lesarum kring landið og uttanlands einar gleðiligar páskir.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!