Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðlýsið á floti á 105 ára degnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.04.2020 - 10:41 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjár, 16. apríl vórðu liðin 105 ár síðani lokalblaðið Norðlýsið á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Men Norðlýsið legði ikki bara stilt á 105 ára degnum. Blaðið er framvegis lokalt og sera virkið.

Sjálvan føðingardagin var partur av redaktiónini á floti og setti línu í Svínoyarhavinum.

Veðrið var av tí allar besta. Vit gjørdu av at seta eina hýsulínu og tríggjar kalvalínur. 

Komnir á mál  um Eystnes og "Gloppi í Árnafirði" varð kastað við snellu og tráðu at vita um nakað var undir. Jú, har sýntist fiskur at vera og so varð sett. Fyrst hýsulínan. Eftir tað, var kalvalínan sett. Eftir at hava bíða einar tríggjar tímar og ein túr inni á Oyri í bíðutíðini, varð lagt á at draga hýsulínuna.

Ikki var so lítið á, mest hýsa, men eisini nakað av toski. Kanska sum hjá professionellu útróðrarbátunum, tá teir siga ein triðingur toskur og restin hýsa.

So varð lagt á kalvalínuna. Men sum so oftað áður, so kom ongin kalvi upp. Bert nakrir fáir toskar og teir vóru stórir.

Aftaná varð aftur roynt við snørinum og tráðuni. Væl var undir, eisini nakrir stórir toskar.

Vit fóru til útróðrar um 9 tíðina um morgunin og vóru aftur í neystinum um kl. 18. So var at skera flak. Teir størstu toskarnir vóru skornir til saltingar. Tilsamans høvdu vit eini  3-4 hundrað pund og um klokkan 10 á kvøldið var alt fingið til høldar.

Í dag er so uppgávan at malað og steikja frikadellur og knettir.

Ein fínur 105 ára føðingardagur sunnanfyri, í meðan onnur tóku sær av gestum okkara í nýggju hølunum við Klaksvíksvegin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund