Lýsing
Lýsing
Landsstýri samskiftir á ymsum pallum. Ímeðan Løgmaður hevur verið einsamallur politikari seinastu tíðindafundirnar, hevur Kaj Leo lagt óført út á sín facebook vanga og Elsebeth M. Gunnleygsdóttur ger síni egnu filmsbrot | Mynd: kvf.fo

Samfelagskontraktin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.04.2020 - 09:59 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Vit eru nú í tí vandamiklastu fasuni av Corona-smittuni. Fólkið er býtt í tvíningar. Summi halda, at nú ongin longur verður smittaður, skulu vit leggja til brots aftur við so fáum avmarkingum sum gjørligt. Onnur halda, at landsstýrið og løgreglan skulu við makt og vold grípa inn yvir fyri teimum, sum ikki halda tilmælini frá heilsumyndugleikunum. Og løgmaður roynir at finna gylta millumvegin og tosar tí um samfelagskontraktina.

Hóast hugtakið samfelagskontrakt stavar frá einum av fólkaræðis-fedrunum, Jean-Jacques Rosseau, so er ongin ivi um, at tað er Mette Frederiksen, sum er inspiratiónskeldan. Danska forsætismálaráðfrúan var úti áðrenn páskir og lovaði, at um fólkið helt tilmælini frá Sundhedsstyrelsen, so fór at verða latið upp aftur eftir páskir. Og tað lyftið hevur hon hildið.

Okkara landsstýri er nógv minni greitt, men tað er við vilja. Løgmaður vil ikki geva harraboð, men vil hava álit á fólkinum. Fleiri orsakir eru til hetta; ein er sjálvandi, at harraboð kunnu útloysa endurgjaldskrøv. Ein er, at hann sigur seg ikki hava heimild til at sanktionera borgarar – hetta hevur fútin tó avsannað. Men tann besta orsøkin er, at hann ikki vil inndraga okkara hart vunnu frælsisrættindi.

Bólturin er i stóran mun spældur yvir til okkum borgarar, og tað er sera ymiskt, hvussu vit spæla hann víðari. Summi fara beint í gongd at hava opið sum vant, onnur gera als ikki nýtslu av heimildini. Øll eftirspyrja greiðar reglur, men langt frá øll vilja geva frælsi frá sær, og fyri tey er tað best, at løgmaður hevur valt strategiina við samfelagskontrakt í staðin.

Nú ræður um at halda fast. Tað er tá tað byrjar at ganga væl aftur, at tað er vandamiklast, og freistingarnar at sleppa endanum eru størstar. Men vit vita, at í allari verðini rundan um okkum leikar framvegis hart á, og vit hava ikki sæð tað versta enn. Vit kunnu ikki lata upp fyri ótálmaðari flogferðslu aftur. Og av tí sama er tað avmarkað, hvat vit sjálvi kunnu gera. Vit fáa ikki ferðast, ferðafólk koma ikki higar, og fleiri marknaðir eru afturlatnir.

Í tí stóra og heila fylgja vit tilmælunum. Fólkaskúli og dagstovnar opna varisliga aftur. Í Klaksvík varisligari enn aðrastaðni, men eisini aðrastaðni við einum belegningi uppá 40%. 9 árgangir frá 4. flokki til 2. árgang á miðnámi halda áfram við net-undirvísing. Próvtøkurnar í summar eru sera avmarkaðar. Í ítróttinum er flogbólturin endaður, hondbólturin avlýstur og fótbólturin verður uttan áskoðarar. Her halda vit kontraktina við løgmann til punkt og prikkar.

Men vit kunnu ikki vera bekent at gera familjutúrar til matvøruhandlar, ella at hava stórar privatveitslur, bara tí at matstovur og dansistøð eru afturlatin. Tað er onki at siga til, at politikarar, fúti og læknar øtast, tá teir síggja hendan partin, tí hetta er at halda hánt um samfelagskontraktina. Hana, sum hevur givið okkum kanska bestu úrslitini í heiminum.

Hetta er eisini at halda hánt um arbeiðið hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og granskarum, sum av øllum alvi royna at basa sjúkuni. Og tað kann lætt gera, at tiltøkini mugu vera galdandi longur enn annars og vera strammari enn annars. Har skal næstan onki til, so missa vit ein mánað av góðari gongd á gólvið og verða aftur í somu støðu sum mitt í mars.

Lat okkum vísa vit og skil við at halda frástøðu, spritta og ikki savnast í nakrar vikur afturat. Tað krevur nøkur offur her og nú, men uppá sikt fer tað at gera okkum øll til vinnarar. Lat okkum halda okkara part av samfelagskontraktini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin