Vakurt sólsetur
Seinastu 4 ella 5 kvøldini hevur verið av allarbesta veðri - stilt og klárt.
Vit vóru við myndatólinum niðri á Helluni á Viðareiði fyrrakvøldið og í gjárkvøldið. Hugtakandi og vakurt var at síggja sólina seta.
Nógv fólk hava hesi seinastu kvøldini leitað sær heim á Bakka ella oman á helluna á Viðareiði at njóta útsýnið - í kvøld taldi onkur meiri enn 100 har heimi umframt mong onnur uppi á Váli.
Filmin tók Vár Hanusardóttir gjárakvøldið, 21. apríl.
Filmur var tikin upp 21. apríl - frá nakrar minuttir fyri klokkan 21 og 20 minuttir fram, til sólin far farin í kav.
Sambært álmanakka var sólsetur klokkan 21.10 (20.10 eftir GMT), og hon setti í 299 stig - t.e. eitt lítið sindur oman fyri útnyrðing-vestan.
Frá tí, at sólin fór undir sjónarringin til hon var 6 stig undir sjónarringinum, var borgarlig skýming - hetta var frá 21.10 til 22.04 - sí mynd omanfyri frá Wikipedia.
So fór sólin longur undir sjónarringin - ímillum 6 stig undir sjónarringinum og 12 stig undir sjónarringinum kallast nautisk skýming - hetta var frá klokkan 22.04 til 23.26.
Seinasta skýmingin er tann astronomiska skýmingin. Hon er frá tí sólin er 12 stig undir sjónarringinum til hon er 18 stig undir sjónarringinum - hetta var frá klokkan 23.26 til 03.22 um morgunin tann 22. apríl.