Lýsing
Lýsing
Í ár verður Vaglið flaggskrýtt, men manntómt. Tað fær tó ikki KvF at stilla um til flaggdagshald aðrastaðni

KvF sendir frá avlýstum tiltaki í Havn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2020 - 18:52 Leiðarin Mentan

Fyri fyrstu ferð síðani 1947 verður onki flaggdagshald í Tórshavn. Annars skuldi Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, halda røðuna har. Orsøkin er sjálvsagt Corona-smittan. Hinvegin verða fleiri onnur flaggdagshald hildin kring landið, og upplagt hevði verið at varpað út frá einum av teimum í staðin. Men kortini velur Kringvarp Føroya bara at hava upplestur av røðuni hjá Jóannesi Eidesgaard.

Tá prestur hevur forfall er deknalestur í kirkjuni, og vanligt er ikki, at Kringvarpið sendir frá deknalestri. Farið verður í eina aðra kirkju, ið hevur fullfíggjaða guðstænastu hendan dagin. Hendan støðan kann samanberast, tí sjálvt flaggdagstiltakið í Havn hevur fingið “forfall”, so at siga, men her velur Kringvarpið ikki upplagdu og ta fyri lurtararnar bestu loysnina, nevniliga at stilla um til eitt av hinum flaggdagshaldunum í Føroyum.

Í Leirvík verður forkunnugt flaggdagshald á flaka. Í Runavík heldur Mouritz Mohr røðu uttanfyri Ellis- og Røktarheimið. Og í Klaksvík verður stórt, hóast av trygdarávum minni enn vanligt, tiltak á Biskupstorgi, har Tina Purkhús flytur fram røðu – fullfíggjað við skótum og hornorkestri. Hesi eru bara trý av dømunum, sum høvdu verið frægari at sent frá enn frá upplestri í Havn.

Tað er ótrúligt, at tað skal vera so torført at fáa okkara public service-stovn at hyggja út um eingjargarðarnar í Tórshavn, at sjálvt ikki tá eitt tiltak í Havn verður avlýst, fær tað okkara almenna kringvarp at fara úr Havnini at senda frá einum av mongu tiltøkunum aðrastaðni. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, hevur KvF enntá biðið røðaran um at koma niðan í Sortudíki at lesa upp uttanfyri kringvarpsbygningin, so manningin á KvF sleppur heilt undan at flyta seg.

Við sorgblíðari flaggdagskvøðu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald