Lýsing
Lýsing
Lýsing

Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Kommuna  |  27.04.2020 - 09:22 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verða við hesum uppskot til broytingar í Almennu Byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu framlagdar til alment eftirlit.

Mál nr. 20/00048:
Økispartur A1 á Norðoyri

Verandi økisáseting fyri minsta mark grundøki, sum er “300 m2 fyri vanlig sethús og 200 m2 fyri samanbygd hús” verður broytt til “300 m2 fyri vanlig sethús og 150 m2 fyri samanbygd hús og íbúðir”,

 

Mál nr. 19/00481:
Økispartur B14 í Ánunum

Økismarkið í sunnasta parti av B14 verður flutt nakað út í sjóøki, samstundis sum ásetingin fyri allan økispartin verður tillagað.

 


Mál nr. 20/00058:
Nýtt grønt økið, D41

Nýggja D-økið, strekkir seg frá býlinginum millum Hjalla og oman á Skáltavegin. Somuleiðis verður almenn parkering skipa á útlagt økið. Áleið 7000m2 av A18 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál) verður broytt til D41 (Grønt øki).

 

Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan frá 17.04.2020 til 08.05.2020 og eru somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.

Møgulig mótmæli (kæruvegleiðing) ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi 29.05.2020.

 

Klaksvík 17.04.2020
Klaksvíkar Býráð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…