Lýsing
Lýsing

Ein heilsan til krúndiamantbrúðarparið Munda og Bjarni Jacobsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2020 - 11:51 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Ein heilsan til tykkara á 65 ára brúdleypsdegnum 30. apríl 2020.

Góða mamma og babba.

 

Ein heilsan til tykkara á 65 ára brúdleypsdegnum 30. apríl 2020.

 

Vit høvdu glett okkum at hátíðarhalda hendan dagin, men corona hevur tíverri steðgað hesum.

 

Babba er svínoyingur, sonur Mallu og Edvard Jacobsen. 14 ára gamal fór hann til skips, men gjørdi skjótt av við skipslívið. Fór at læra jarnsmíð í Ídni í Klaksvík, og aftaná til maskinmeistara.

 

Meðan hann var í læru, búði babba á Bumshamri hjá mammubeiggjanum Símun hjá Póli, og tá var tað, at tað rann saman millum mammu og babba. Mamma búði eisini á Bumshamri hjá foreldrunum Sannu og Sivar Frederiksen, sum bæði vóru úr Kunoy. Mamma arbeiddi sum ung í handli hjá Kemma og hjá Gudda.

 

Tá ið babba var liðugur við útbúgvingina, fór hann út at sigla við ØK. Mamma flutti niður til Keypmannahavnar at búgva. Hon arbeiddi hjá KFUM & K, og 30. apríl 1955 giftust tey bæði á ráðhúsinum í Keypmannahavn.

 

Tey hava búð í fleiri støðum, Keypmannahavn, Grønlandi, har babba var maskinmeistari á einum elverki í Cap Tobin, fluttu síðani heim aftur til Klaksvíkar í 1958. Í januar 1962 fluttu tey til Havnar. Fyrst íbúð í Mýrigøtu, keyptu síðani raðhús í Sornhústún, og til síðst bygdu tey hús á  Miðrás 3 í 1970, og hava búð har síðani.

 

Malla varð fødd í Keypmannahavn, Sjúrður í Grønlandi, Edvard og Súsanna í Klaksvík, og Bogi og Rósa vórðu fødd í Havn.

 

 Rósa býr í Sveits, Malla, Súsanna og Bogi búgva í Havn, og Edvard og Sjúrður búgva í Svínoy, har Sjúrður hevur endurstovnað alistøðina.

 

Babba hevur siglt sum maskinmeistari við fleiri skipum, meðan mamma hevur verið heimagangandi – altíð stuðlandi og tann tryggi kletturin, tá man kom úr skúlanum sum barn, og seinni tá man kom á gátt. Altíð klár við kaffi/the og onkrum góðum afturvið.

 

Babba hevur sera góðar hendur. Hevur lært bátasmíð hjá Pól Johannes Poulsen (Pollarin). Hevur bygd ca. 50 bátar.

 

Í 1981 lat hann, saman við bróðrinum Inga og og 2 synum sínum, trolaran Dragaberg byggja í Fraklandi. Teir høvdu trolaran í 5 ár, tá teir seldu hann aftur.

 

Í 1986 bygdi babba smoltstøð í Svínoy, og fluttu tey til Svínoyar, har tey búðu hjá ommu, sum tá var blivin gomul, og var takksom fyri at tey fluttu inn har. Tey høvdu annars keypt og endurbygt húsini hjá abbanum á faðirsíðuni, Símun Júst Jacobsen.

 

Mamma hevur altíð verið heima. Hettar var ein stórur tryggleiki hjá okkum børnum. Vit fingu ein kærleiksfullan uppvøkstur, og Guds trúgvin hevur verið sett í hásætið í heiminum.

 

Tey eru sera gestablíð. Familjan er stór, og eru tey altíð glað at fáa vitjan av familju og vinum. Hóast tey nú eru ávikavist 87 og 89 ár, eru tey sera væl fyri, og røkja stóru sethúsini á Frælsinum væl, eisini tann prýðiliga urtagarðin.

 

Orðtøkini 17:6 siga: Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra. Mamma og babba eru ómetaliga glað fyri barnabørnini og nú eisini langommu- og langabbabørn. Tey fylgja væl við teimum, og elska at fáa vitjan.

 

Vit ynskja tykkum hjartaliga til lukku við krúndiamantbrúdleypinum, og vóna at vit hava tykkum leingi afturat.

 

Malla, Sjúrður, Edvard, Súsanna, Bogi og Rósa við familjum.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin