Lýsing
Lýsing

KÍ kvinnurnar í venjingardysti í gjárkvøldið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.04.2020 - 11:31 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Uttan áskoðarar leiktu KÍ kvinnar og NSÍ kvinnurnar ein venjingardyst á Djúpumýru í gjárkvøldið. Sum skilst, so hevur kvinnufótbólturin í Klaksvík ikki verið serliga aktivur nú koronasjúkan hevur herjað.

Tað sást týðuliga at KÍ kvinnurnar mangla at blíva samanspældar. Millum annað eru fýra nýggjar frá ungdómsdeildunum fluttar upp í fremsta hópin. KÍ kvinnurnar leiktu fýra venjingardystir áðrenn korona og í gjárkvøldið var fyrsti dysturin síðani tað. Næsti venjingardysturin skal leikast í Runvík í komandi viku. 

Kappingin byrjar annars 24. mai, tá vit fáa ein heimadyst í kvinnudeildini ímóti HB á Djúpumýru.

Um dystin í gjárkvøldið er stutt at siga, at KÍ als ikki megnaði at leggja trýst á verjuna hjá NSÍ í fyrra hálvleiki. Tað hevði við sær at hálvleiksstøðan var 3-0 til NSÍ. 

KÍ broytti liðið í seinna hálvleiki, og hetta gav úrslit. Tað gekk bara ein løta til støðan gjørdist 3-3 og endaliga úrslitið gjørdist 4-4.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grein um rognkelsi í Nature
Net møti úr Betesda
Bústaðir ... til havnar­fólk?
Stroyming: Týskvøldskapping í Klaksvíkar…
Gekk væl hjá Ægir
Nú kunnu allar okkara persónsupplýs­ingar…
Beinleiðis vínsmakking online fyri øll,…
Ovurstórur tørvur er á fleiri námsfrøðin…
Hjálp okkum at finna atkomuligar matstov…
Lands­stýris­maðu­rin svarar fyrispurningi…
Telving á Norð­oyastevnu
Klaksvíkar Dartfelag á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnublaðið kemur fríggja­dagin
Norðoya Javnaðar­felag aðalfund
Virtual FIshExpo - vit siktaðu høgt, men…
Sjáldsamur gestur á Vágni
Færøerne findes faktisk, Mette!
Broyting í innsavning­ini hjá IRF
Løgreglan ger ikki meira við málið um sk…
Kvikk afturkomin undan Íslandi