Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundi í Kringvarpinum í morgun | Mynd: lms.fo

Soleiðis lata Føroyar upp aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2020 - 13:29 Leiðarin Tíðindi

Tíðindafundur var í morgun kl. 10 um, hvussu næsta stigið av upplatingini fer fram. Á tíðindafundinum vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður; Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, yvirlækni. Fyri eldraøkið kemur meira kunning tó ikki fyrrenn 8. mai, so tað var ikki partur av fundinum. Sum heild er tað, sum varð sagt á fundinum, galdandi til 30. juni, ið eisini er dagurin, tá Hjálparpakki 1 endar.

Eftir at løgmaður hevði boðið vælkomin og takkað serliga teimum ungu og teimum gomlu fyri sítt áhaldni og offur, legði hann út við at siga, at ynskiligt var ikki at fáa ferðafólk til Føroyar í summar, í øllum førum fyribils inntil 30. juni. Men innlendis er ætlanin nú at lata munandi meira upp.

Skúlarnir fáa aftur ein nøkulunda vanligan gerandisdag. Næmingar í 4. og 5. flokki byrja eisini aftur í skúlunum frá einaferð í mai. Nakað líknandi verður á miðnámi, har lægru árgangirnir kunnu møta upp aftur so líðandi, umleið miðjan mai. Húgvuveitslur kunnu neyvan haldast í tí líki, vit kenna tær.

Frámælt verður framvegis at hava áskoðarar til eitt nú fótbóltsdystir, fyribils fram til 30. juni og møguliga longri. Fólk fara tó aftur at kunna savnast nú. Møguligt verður at savnast upp til 50 fólk saman, í kirkjum og samkomum heilt upp í 100 fólk. Og tænastuvinnan, herundir hárfríðkarar, vakurleikastovur og líknandi kunnu byrja aftur 4. mai, tó framhaldandi við virðing fyri tilmælunum. Festivalar kunnu byrja aftur 1. juli, sum tað sær út nú, og tað merkir, at Voxbotn verður raktur, meðan G!-festivalurin, ólavsøka og Summarfestivalurin helst kunnu vera hildin.

Almenn starvsfólk skulu í útgongdsstøðinum møta aftur nú, men kunnu, um tað er neyðugt, halda áfram at arbeiða heimanífrá. Í sambandi við at m.a. næmingar og almenn starvsfólk skulu møta aftur, byrja Bygdaleiðir at koyra sum vant, men við avmarkaðum ferðafólkatali. Matstovur og skeinkistøð skulu framhaldandi lata aftur kl. 22 fram til og við 30. juni. Hetta er eitt tilmæli, ikki eitt krav, kom fram í spurningi til fútan.

Sum heild var semja um, at innlendis-smittan var bast, meðan fokus nú má haldast á landamørkunum. Fólk sum koma til Føroya skulu framvegis í sóttarhald, og møguleikin fyri familju-sóttarhaldi heldur fram. Bjarni á Steig væntar ikki, at kapasitetur er til at kanna øll, sum koma til landið, so her verður neyvan gjørd nøkur broyting.

Á tíðindafundinum vóru fleiri spurningar, m.a. um tað aftur fer at bera til at vitja eldri. Tað segði løgmaður vera upp til Kommunufelagið, og at vit frætta nærri um tað tann 8. mai.

Aðrir spurningar vóru um bjargingarpakkar til ferðavinnuna og festivalar. Her var løgmaður ikki greiður, men segði at tað verður arbeitt við hvussu fór at bera til at hjálpa teimum. So tey kunnu vænta sær eitt ella annað slag av hjálp, men hvat og hvussu veit ein ikki enn. Løgmaður var eisini víkjandi í spurninginum um, hvussu nógv tey búskaparligu atlitini taldu í teimum niðurstøðum, sum komu fram á tíðindafundinum.

Til afturvendandi spurningin um tvungið sóttarhald svaraði løgmaður, at tað liggur ikki í kortunum, tí hann væntar at røkka sama endamáli við ikki at lata ferðafólk koma til Føroya í summar. Fútin suppleraði við at siga, at frástøða nú er blivin okkara besta amboð ímóti smittuspjaðingini. Yvirlæknin Bjarni á Steig var samdur við løgmanni í, at størsti og kanska einasti vandin nú er uttanífrá, og at hesin bara fer at gerast størri, nú útlondini eisini so smátt byrja at lata upp.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni