Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð fyri Kristian Justinusen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2020 - 18:15 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tung vóru boðini at fáa, at Kristian Justinusen ikki var okkara millum longur. Ein góður og trúfastur  vinur farin heim.  

 

Føddur 8. mars 1959, deyður 3. november 2019

Tung vóru boðini at fáa, at Kristian Justinusen ikki var okkara millum longur. Ein góður og trúfastur  vinur farin heim.  

Ein summardag í fjør bankar uppá dyrnar hjá okkum, tað vóru Kristian og konan Eveline. “Dáma tykkum ræstan fisk” spurdi Kristian, og so rætti hann mær ein fullan posa av røstum fiski.  Sjáldsamt at fáa ræstan fisk frá fólki, sum liva í so heitum londum sum Namibia. Hetta summarið hevði hann verið avloysari umborð á trolbátum, sum sigla út frá Leirvík. Tað var har fiskurin kom frá. Hetta kvøldið tosaðu vit um leyst og fast; politik, samfelagsviðurskifti og hvussu gott vit hava tað í Føroyum. Tað var týðiligt at Kristiani longdist aftur til Føroya. Ikki hugsaði eg tá, at hetta skuldi verða seinastu ferð, vit komu at tosa saman her á foldum. Vit møtast aftur heima hjá Guði.

Kristian og eg vuksu báðir upp í Leirvík. Kristian búði úti á Egg og eg uppi við Garð. Hann var 11 mánaðir yngri enn eg, og vit vóru vinir heilt frá barnaárum av. Nógv eru minnini.

Tá ið vit vóru uml. 16-17 ára gamlir vóru vit báðir eitt vikuskifti á Sandi og ferðaðust. Hanna, mamma Kristian, var slektað av Sandi, so vit gistu hjá mostur Kristian. Vit fóru við Tempolet knallertini hjá mær, sum koyrdi í mesta lagið 30 km/t. Fyrst koyrdu vit út á Toftir, síðani sigldu vit til Havnar, men gjørdust ov seinir til bátin til Skopunar. Vit fingu innivist í Havn, og sigldu til Skopunar morgun eftir og komu til Sands í øllum góðum. Tá ið vit skuldu heimaftur sunnudagin, sigldi báturin inn á Toftir ikki tann dagin. Tað regnaði og var nógvur vindur, men vit skuldu aftur til Leirvíkar tann dagin, og máttu tí norður eftir oyggj við viðføri á eini Tempolet. Kristian koyrdi, og eg sat aftanfyri í le. Hann troystaði sær væl og koyrdi allan vegin til Hòsvíkar, hóast regn, vind og kulda. Tá ið vit koma til Hósvíkar leggur Sundaferjan at, og glaðir vóru vit, tí at vit sluppu frá at bíða eftir ferjuni. Sundaferjan sigldi tó ikki meira tann dagin vegna veður, og vit máttu gistu hjá onkrum blíðum Hósvíkingum. Dagin eftir fóru vit yvir á Selatrað, og koyrdu síðani til Leirvíkar. Í Leirvík vóru tey blivin bangin um okkum, men vit komu fram í øllum góðum.

Sum ungir arbeiddu vit eisini saman. Eirikur, pápi Kristian, keypti bát sum var bygdur á Strondum. Hann fekk navni Høvnin. Tað var trupult at fáa egnara og manning til bát og skip. Eirikur spurdi okkum, um vit ikki kundu standa fyri egning og arbeiðinum á landi. Vit fingu ein part at býta í løn og 10 kr fyri stampin. Vit tjentu nógv og kom hetta væl við hjá teimum skúladreingjum. Eirikur tosaði ofta við meg um hetta at egna, og so at fáa stamparnar í frystirúm hjá Frost. Tað vóru mangan langir arbeiðsdagar.

Vit tosaðu oftani um tað andaliga. Tú setti ikki ljósið undir skeppumáli, men tosaði um tað sum nakað  natúrligt. Tú trúði at Guð lat sín son missa lív fyri okkara syndir, og tí trúgvi eg at vit møtast aftur einaferð í ævinleikanum. 

Til tykkum avvarandi eftir Kristian: Eveline , Brigdet, Torkil, Annelisa og Jensy við familju; leiti í bíbliuni, har kunna tit finna troyst millum annað hetta skrivstaðið: 

Sum tín dagur skal tín styrki vera. - 5 Mós 33,25

 

Jakku

Leirvík, apríl 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus