Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Hey, Jóanes Nielsen – og takk fyri greinina

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  01.05.2020 - 16:37 Lesarabrøv Vinna

Tí, at skriva, tað dugir tú. Við kendari áskoðan og bersøgnum stíli, gilt kryddað við leysakøstum – tíðum niðast úr tunnuni.

Ikki hissini sveiggj

Nakað sum í nevaleiki, táið Tyson reiggjar nevan, ið tíbetur ikki rakar grúkin hjá hinum líka meint hvørja ferð. Eins og tá ein vinur okkara hvessir pennin í mestsum “islamskari” vreiði, um nakar bara andar ímóti onkrum ávísum “profeti” í hansara politiska hugaheimi.

 

Har ið sipini kunnu vera bæði beinrakin, boysin ella bara barnslig, um onkur hættar sær at nevna kend nøvn sum Hoydal, Patursson  ella Kirkjubø.

Ov treystligt

Hetta orðalagið kenst heldur herskin biti at svølgja fyri mong, sum kanska vita betri frá at siga, at hesi avvarðandi - so “fordømdu” – eru eins og onnur medmenniskju “fødd av kvinnu” bæði arbeiðssom og reiðilig hampafólk at samstarva við.   

 

Eisini hóast summi teirra kunnu vera befongd við eina til vinstru horvda og loyvda lívsáskoðan.

 

Og sum tey síðani bera fram á torg, kanska merkt av fedranna vali av uppaling ella sum arva-eind - ella beint tað øvuta - í hvøssum andgletti til fedranna “avoldaðu” heimsmynd.

Ávirkan heimanífrá

Vit eru øll alsamt undir ávirkan frá ungum av, og ikki minst meðan vitskan so líðandi víðkast (vit vóru 7 systkin), og meðan ein hoyrir gløgga próvførslu - bæði frá væl til høgru og heilt frá vinstru av – so ber tó einum væl til at velja onkra aðra uppfatan, sum t. d. tað kenda skandinaviska fólkaræðið, ið riggar – og helst ikki verri.

 

Bókin “Svik”

Nei, eg havi ikki lisið ritverkið “Svik” enn, og títt ummæli gav mær ikki beinleiðis nakað brell. Tað var næstan sum at hyggja í facitt-listan - áðrenn at líkningin skal loysast.  

 

Og ikki er bókin stutt heldur. Ein vinur mín plagdi at minna næmingar sínar á tað, sum von Goethe, gamli segði:

 

“In der Beschränkung zeigt sich erst der Meister”. (Tað er í avmarkingini, at tann sanni meistarin finst) og við ábending til kendu yrkingina: “Über allen Gipfeln ist Ruh...”.

 

Á afturgrónar gøtur

Nei, eg valdi heldur í hesum corona-kyrrindum at fara aftur á afturgrónar skaldagøtur við at endurlesa 3-bóka-verkini bæði – hjá Thorkild Hansen um “fordømda nazistin”, Knut Hamsun, (sum Thorkild væntaði sær Nobelprísin fyri; men fekk í staðin alt Noregsland upp á nakkan) og hjá Hanusi Andreasen Kamban um  roynda, mál-gylta meginskald okkara, Janus Djurhuus.

Hvat er eitt skald? Jú, Søren Kierkegaard svarar: “Et ulykkeligt Menneske, der gjemmer dybe Qvaler i sit Hjerte, men hvis Læber ere dannede saaledes, at idet Sukket og Skriget strømme ud over dem, lyde de som en skjøn Musik”.

Í stórum ritverkum umgangast endurtøkur ikki. Men tað rós má ein geva Hanusi, skyldmanni, at summar orðingar hansara eru so framúr snøggar, at tær næstan eru “parfumeraðar” (!).

Próvførslur

Eg ætli ikki at íbirta nakað nýtt religións-kríggj; tað hevur verið ríkiligt av um lond - og ofta á tunnum gleri.

Minnist ein so “sannførdan”, sum mitt í 1960’unum í Kjøpinhavn vildi sannføra meg um, at Jesus var tann fyrsti og sannasti  kommunisturin, ið til hevði verið, og hetta tí at tann fyrsta samkoman (Áps. 2) býtti alt javnt ímillum síni eftir tørvi.

 

Men, táið andøvt varð - um at “Tann einsami Galilearin” ikki kundi tøvast niður í nakra mannaskapta, politiska ideologi, við ábending til líknilsið um talentirnar (Matt. 20), ið ikki sørt kennist kapitalistiskt - tá fór viðkomandi heldur hugstoyttur á dyr.

Meðan André, bróðir, (1938-2013), ið var hjástaddur (og sum eg støðugt enn sakni sáran - vit lósu í uppvøkstrinum bæði nógv og breitt), hann læt ikki við seg koma - tí at talan var einfalt um - vitan og argumentir.   

Vitan

Tí, álvaratos, Jóannes, hvat veitst tú eitt nú um: “ópasturiseraðan kristindóm úr tí stóra Betesda-júgrinum”? Eitt so herligt puristiskt nýyrði - við politiskum snerti og vanligum føroyskum, rasistiskum undirtóna?

 

Tí um tú nú ikki hevur leskað ein dropa úr hesum famøsa “júgri”, er talan tá ikki um enn ein “Tyson-neva” – sum súsar fjart fram við vanganum?

 

Ja, sum minnir um Hans Paula Johannesen (hjá Mortani í  Hvannasundi) sum orðkringur greiddi frá eini hættisligari yvirísing av trolaranum “Fiskanesi” yviri undir ísbrúnni; men táið journalisturin andøvdi ímóti, mælti tann hittinorðaði Hans Pauli: “Tú, sig mær oyn ting: VART tú har? HANS PAULI var har!”

 

Rættarskipan

Ætlan mín er als ikki at forsvara nøkur ólíkindi ella lata meg reita upp av hissini orðavavstri.

 

Tí er nakað óreint farið fram har í bankanum, so ber til at kæra (sum Børurin hótti Áarstovumannin við - at melda til sýslumannin um stuldur!) við heimild í okkara norrønu samfelagsskipan, sum riggar – hóast feilir og føll – um ágangur kennist einum ov rangur.

 

J. F. Kjølbro

Og Kjølbro, sjálvur, fær í ummæli tínum eitt (privat) “gypp” frá Williami Heinesen. Vit brøður lósu WH á tamb í uppvøkstrinum, stuttsøgur hansara lesi eg enn og javnan hansara yrkingar, ið mangar eru eina vitjan verdar. Eitt nú tað kosmiska listaverkið: “Thi natten kommer”.

 

Men eingin eigur tó hinvegin at gloyma, at WH var framúr skemtari, sum hansara keipumyndir væl og neyvt avdúka.

 

Ymist er

Summi gifta seg til eina meira høgliga politiska meining  - og kanska til eitt starv við. Onnur dáma onkursvegna - sær fjálgt til fyrimunar – at vera í ætt við kenda megin íverksetaran Jógvan Kjølbro - sum brúkti alt sítt lív í margfaldum vinnum (og kláraði seg væl betur har enn WH o. fl.) – og so knæseta hesi - tó allíkavæl -  eitt merkiligt, óskilgreinað stikni til alt tað, sum var innasta mál og mið í lívinum hjá J. F. Kjølbro?

 

Langt av landi

Men longst av landi skotin ert tú, Jóannes, tá tú loksins metir um “Klaksvíks-sálina” og tann danska læknan Olaf Halvorsen.

 

(Citat): “ ... ið var skipaðar nazistur, og sektaður av tí danska læknafelagnum. Sum ... klaksvíksingar gjørdu manngarð um, tí teir vildu ikki av við hann. Men málið var alt ov lítið til at skaka bæði himmal og jørð! Í dag haldi eg, at tað ber til at siga, at Klaksvíksstríðið líka so nógv var ein løgin patologiskur (t.e. sjúkligur, viðm. an) tilburður, sum eitt fólkaræðisligt krav.”

 

Olaf Halvorsen
Jú, Halvorsen stóð sum ein maður við tað, at hann – eins og mong onnur ung tá TÓKU FEIL – og at hann eini 1-2 ár var limur í Danmarks Nationalsosialistiske Arbejderparti, DNSAP, men at hann meldaði seg út úr flokkinum - tá betri vitandi - eftir at Danmark varð hersett tann 9. apríl 1940!
 
Men eftir krígslok - og uttan skugga av lógligari heimild - gjørdi danska læknafelagið seg upp til at spæla dómsvald (við ongum juristi í ráðnum), og har hildu teir m.a. Olaf Halvorsen’sa lív og lagnu upp móti ljósinum.

Og hóast at teir einki ákæruvert funnu við atferð Halvorsens - bæði undan og undir krígnum - so “dømdu” teir hann tó til at gjalda SÆR SJÁLVUM fundarpening fyri henda tragi-komiska og  heimildarleysa ágangin - íalt: 601 krónu og 50 oyru - fyri teirra sjálvskapta commers!

Hevnd

Og fyri hesa tápuligu rokning vildi læknafelagið í blindari hevnisøku totalt oyðileggja alla evnaligu læknaleið Halvorsens – og tað fyri lívið.

 

Jú, Halvorsen bleiv koyrdur úr læknafelagnum! Og fekk heldur ikki “grið” sum aðrir - tí hann vildi ikki søkja um náði fyri nakað, ið hann ikki var sekur í - frá hesi teyggjuni av “Komiska-Ali-dómarum”.

Fakta er
Tann danski nazi-flokkurin, DNSAP, hevði við krígsbyrjan 5.000 limir, og heilar 20.000 limir á vári í 1943 (men ongan Halvorsen sum lim!) – og hetta meðan helst flestu danir framvegis - eins og ríkisstjórnin sjálv - hildu við Hitleri.

Ja, hesi frøddust støðugt um framgongd Hitlers á hermótunum - heilt fram til tað tók at dragna. Og líka fram til at ein vanligur fólkahópur reisti seg ímóti tí týska hersetingarvaldinum (og stjórnin legði frá sær) tann 29. august 1943 - ið ikki sørt minti um Læknasstríðið(!).

Og við krígslok vóru framvegis umleið 12.000 limir í DNSAP! So har skuldi verið nokk av “nazistum” at rivið í og “dømt” hjá tí sjálvrættvísa læknafelagnum. Men so varð ikki.

So ónt var tað

Ein markleysur frekleiki varð framdur móti OH - og móti norðuroyingum við. Halvorsen vildi vitiliga ikki gjalda fyri henda glantrileik læknafelagsins (og tað hevði hvørki tú, Jóannes, ella eg, heldur gjørt!).

 

Tí - um Halvorsen rindaði hesa rokning - so var afturundirgerðin eyðvitað, og klár sum sólin, fyri alla eftirtíð – : “Ja, men, var har ikki nakað um okkurt - eitt ella annað - ódámligt..!?”.

 

Júst so sum leti- og slatrivættið, Tummas, gjørdi ímóti heiðursmanninum Ketli í sambandi við lívlát Lias Berints -  í “Feðgar á ferð”.

 

Var málið ov lítið?

Meinar tú, veruliga, at málið var ov lítið til at taka í álvara? Ein so ovurhonds læknalig seigpíning av norðuroyingum frá teim hástóru donsku/føroysku embætismonnunum! Av eini gemeinari læknasetan! Hevur nakar vitað so skapt?

Og sum førdi til, at trý albrynjað krígsskip - við skotklárum, roterandi kanónum - komu siglandi inn eftir vágini tann 1. oktober 1955 - ímóti einari verju- og vápnaleysari føroyskari bygd – fyri 601 krónu og 50 oyru!

Sigurð Joensen, adv.

Sigurð Joensen, landsrættarsakførari, mælti tí treystliga í tí danska landsrættinum, meðan teir tríggir dómararnir sveittaðu (ja, næstan spik): “Hetta málið sýnir, hvussu nógv læknamál hava at týða fyri fólkið har norðuri, táið faðir og sonur fara avstað um várarnar, tá vilja teir vita við vissu, at KONA og BØRN teirra eru í GÓÐUM hondum!

Og EINGIN skuldseting ella prógv av týdningi eru til í  vitnisfrágreiðingunum við undirrættin, sum bara eru førd fram av persónum, ið sjálvir eru DJÚPT innvavdir í málið – og BARA FRÁ HINARI SÍÐUNI!”.

Sjúkir í høvdinum?

Hetta líkist als ikki tær, Jóannes, at halda, at mestsum øll fiski- og arbeiðarafjøldin í Norðuroyum tá á sinni var gagg-gagg ella brekað í “ovastu hædd”?

 

Og at halda hánt um hesar “fæloysingar”, sum í øllum líkindum stútt  høvdu klovið Atlantshavið í tvey -  meiri enn bæði tú og mangir við mær.

 

Og tak teir, sum á odda gingu: Fischer Heinesen, ið var við, bara 15 ára gamal, táið sluppin “Margretha” - beint fyri eygum teirra -  bleiv sprongd í luftina av týskarum langt úti á bankanum, 72 sjómíl úr landi. Men teir løgdust á árarnar og við kós móti føðilandinum.

Og skiparar sum Viggo Joensen, Poul Skarðenni, Poul Jacob Olsen, Richard Jacobsen o. fl. a. – allir sjógarpar úr fyrstu skuffu.

Erik Niclasen, skipari - var úrmælingur sum fiskimaður - hann sigldi eins og aðrir deyðasigling til Bretlands í pendulfarti við sløktum lanternum millum minur, torpedoir og skotríð - alt kríggið á tamb.

Og tað kostar -

Tað kostar mær og tær als einki her at skriva nakrar reglur (sum fá tíma at lesa). Men tílíkum sjómonnum kundi tað koma at kosta - og sum tað gjørdi - við lívláti fyri mangar.

 

Tað er so lætt - so lætt - at skriva og galdra um órætt, kollvelting ella deyðasigling – meðan tað nokk ikki var líka so skemtiligt at vera innanborða har millum minur í havódn á náttarvøku...

 

Av órættum kostaði tað tí evnaríka sjómansskúlastjóranum,  hampa- og heiðursmanninum, Fischeri Heinsen, óhøviska happing og 8 mánaðar langa og vanæruliga fongsulsrevsing.

 

Poul Kajer

Og arbeiðsmanninum Pól Kajer (ja, “fátækur í anda” - hóast eingin hevur nakað at rósa sær av - tí alt hava vit fingið) kostaði tað nógv.

 

Pól bleiv rivin út úr arbeiðsplássi sínum hjá Olafi á Stongum av tveimum stórum politistum. Pól bardist og spraklaði sum eitt ótt, men bleiv brutalt blakaður inn í “Salatfatið” og síðani dømdur at sita 4 mánaðir í fongsli. Og fekk ikki ein dag eftirgivnan í Landsrættinum heldur.

 

Tí var tað so púra rætt, sum Ove Rasmussen, hægstarættarsakførari, førdi fram í Eystara Landsrætti: “At Pól ikki hevði ánilsi av, hvat ið hann var tikin, ákærdur ella dømdur fyri!”.

 

Og fall Holger Louis-Jensen (1910-1955) kommandørkaptajnur á “Rolf Krake” fyri egnari hond? ( - av skomm?) Hetta kom tá út í orð; men er ongantíð afturvíst. Hansara navn verður ikki nevnt millum kommandørkaptajnar á “Rolf Krake”. Ein talandi tøgn?

 

Danir sóu tað

Hetta ovurhonds ólag sóu danir greitt aftaná, táið vitið loksins rann at teimum - men tíverri alt ov seint - at teir vaknaðu við kaldan dreym.

 

At á hesi vanlukkuligu sigurs-herferð og sjóslagi sínum, ið teir hildu seg vinna stórt (fyri einaferð skuld), vórðu teir dáðleysir drignir upp á tráð - til spott - av maktsjúkum læknum, ráðleysum løgtingsmonnum og ódugnaligum embætismonnum.

 

Danir fóru tí at díkja land okkara undir í gávum av alskyns slag: “Hásummar í høll, hermenn ríða fram. Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann”. So hetta ovurhonds drama sum skjótast skuldi gloymast og framferðin søguliga fjalast.

 

Við alskyns olmussum, stuðli og peningagávum. Við vitjanum av fagurligum  sangkóri, forsætisráðharra-, sjónleikara- og kongsvitjan við trimum tekkiligum prinsessum í føroyskum búna etc....sum ein várføgur overtura til ein samríkis-sælan, atlantiskan symfoni...!

 

Loksins

Hetta seinasta uppáhaldið, ið tú førir fram, er tí ikki eftirfarandi og ov grunt gingið frá av einum so væl skrivandi manni sum tær, Jóannes.

Og tað harmar meg, at tú her tykist at taka undir við “teim sigrandi” - sum skriva søguna, sær sjálvum til bata - har ið teirra útlegging av søguni verður breidd út á blik av Fróðskaparsetrinum og studentaskúlum kring landið av “vinum keisarans”.

Vit hava fyrr hitst vinaliga á máli, og eg síggi fram til enn eitt nærri prát: “Some sunny day...” - við blíðari heilsu.

Arnstein Niclasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann 3-0 á EB/­Streym
Vága Floghavn: 20 fólk uppsøgd
Nýggir vinnukavarar
Jóannes í Miðstovuni 70
Tilmelding til rundvísing á Skúlatrøð
Gott fótbóltsveður í kvøld
Býráðsfundur í kvøld
Húsið-Festivalu­rin nærkast
Norðoya Tjóðveldis­felag aðal- og 1. upps…
Handils­felagið: Langur leygardagur
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
KBI yvirtekur akkumulatorvirkið Pólar
Ognarhagin í Árnafirði hagafund
Masterskeið í námsfrøðiligari leiðslu
Skúla­bygningu­rin liðugur og klárur at ta…
Andstøðan vil hava løgmann og Jenis í sa…
Virðiligari umstøður til fólk við ADHD
Hendrik Egholm gevst á Magn
Hvussu fær Klaksvík størri lut í fólkavø…
Lokal matfram­leiðsla - ein slóð inn í fr…