Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvíkar Hornorkestur er fastur fúsur tá jólatrøini verða tendra í Klaksvíkar kommunu | Mynd: Dávur Winther

Tillukku við teimum sjeyti!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  02.05.2020 - 08:04 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Týsdagin 5. mai fyllir ein býarmynd í Klaksvík sjeyti. Talan er sjálvandi um Klaksvíkar Hornorkestur, sum enn livir í ”bedste velgående”, hóast teir av stovnarunum, ið enn eru á lívi, eru farnir at grána í erva. Og kanska – hvør veit? – hoyrist orkestrið í hóskandi fjarstøðu sjálvan stovningardagin?

Sum barn helt man, at tingini altíð høvdu verið, sum tey vóru tá, og at tey altíð fóru at vera sum tey vóru tá. Heimurin hjá barninum er nærmast statiskur – men so er kortini ikki!

Millum míni fyrstu og góðu barndómsminnir er tað at fara heim í Vágstún saman við pápa mínum at hoyra Hornorkestrið spæla við jólatræið.  Eg helt, at tað vóru elligamlir menn, ið stóðu og spældu, hóast onkrir av teimum bara hava verið ”teenagarar” tá. Eg veit ikki júst, nær eg fyrstu ferð var í Vágstúni og hoyrdi orkestrið, men tað hevur helst verið einaferð miðskeiðis í fimmtiárunum – og tað vil siga, at orkestrið hevur neyvan havt meira enn eini fýra-fimm ár á baki tá.

Hvussu orkestrið hevur ljóðað, veit eg ikki. Men vit stóðu kortini við andakt og lurtaðu, tí hetta var okkara orkestur, og vit vistu ikki um annað. Teir gjørdu í øllum førum sítt besta, og tað hevur orkestrið gjørt síðani undir rættiliga ymiskum umstøðum.

Tað krevur nógva orku at stovna eitt orkestur frá byrjan av. Tað er heldur ikki løtuverk at læra at spæla horn, tað skal venjast nógv og áhaldandi, og siður hevur verið tey nógvu árini at møta til venjingar fast tvær reisur um vikuna. Tí er tað ikki bara spælarin, ið skal hava hug og orku, men baklandið – ”heimastýrið”, sum tey siga, skal eisini vera við uppá tað.

Tað er ikki smávegis av tímum, sum orkesturlimirnir hava nýtt til undirhald í sambandi við ymisk høvi í kommununi, bæði innandura og ikki minnst uttandura í logn og í ódn. Um allir teir mistu lønartímarnir orsakað av spæli ymsastaðnis í kommununi vóru farnir í orkesturkassan, so hevði tað sæst aftur! Tað man vera sjáldan, at alt orkestrið ella nakrir av spælarunum hava sýtt fyri at møta upp, um boð hevur verið eftir teimum, og tað eiga klaksvíkingar ikki at taka sum eina sjálvfylgju!

Eitt orkestur er ein livandi felagskapur. Hóast kjarnin í orkestrinum hevur verið rættiliga støðuføst, so koma og fara limirnir, og summir limir leggja eitt størri tómrúm eftir seg enn aðrir.  Men maður kemur í mans stað og kvinna í kvinnu stað, og enn gella tónarnir í ”Bygdini millum fjøllini”. Klaksvíkin og grannabygdirnar høvdu verið fátækari, um tær ikki høvdu havt Klaksvíkar Hornorkestur til at sett dám á tær mongu hátíðarløturnar, summar og vetur, úti og inni.

Vit eru fleiri, sum høvdu glett okkum til jubileumskonsertina, ið var ætlað til leygardagin 2. mai. Men í hesum Corona-døgum brestir mong ætlan – ímeðan kunnu vit bara gleða okkum til at hoyra orkestrið aftur í besta blóma, tá tað einaferð aftur verður loyvt at hópast fleiri enn tíggju fólk í senn.

Stóra tøkk fyri áhaldni, og hjartaliga tillukku við teimum sjeyti! Leingi má ”Hæddarmarsjurin” gella um geilar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund