Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnuróðurin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.05.2020 - 16:46 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag vandu menninir við Nevinum Reyða, ein av sterku føroysku róðrarmanningunum. Men enn er støða ikki tikin til, um nakar kappróður verður um skipað verður fyri Norðoyastevnu í ár.

Sum skilst, so eru tilráðingarnar framegis í móti at Norðoyastevnan yvirhøvur verður hildin. Vit skulu framvegis halda fjarstøðu, hvør frá øðrum. Fjarstøðan skal vera tveir metrar, og tað ber ikki til í einum kappróðrarbáti.

Eitt nú hevur Bakkafrost verið ein dyggur hjálpari til kringumstøðurnar til kappróðurin á Norðoyastevnu, bæði við fólki og útgerð. Alivinnan hevur aðrastaðni og eisini í øðrum sambandi verið sera varin, tá smittuvandi er í umhvørvinum.

Sum Norðlýsið skilir, so er tað heilt upp til nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag um kappróðurin á Norðoyastevnu skal gjøgnumførast í juni.

Aðalfundur er nevniliga í KR týsdagin og tá skal nýggj nevnd veljast. Sum skilst, so verður fyrsta uppgáva hjá nýggju nevndini at taka støðu til Norðoyastevnuróðurin.

Alt hetta frætta vit tí nærri um seinni í vikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya vakrasta hálvmaraton 2020 verður
Gloym okkum ikki heilt
Johan Dahl er løntur av Huawei 
Væl skipaður ferðafólka­flutningur
Týdningu­rin av siðvenjum í modernaða sam…
Floksmannadagar í Hattarvík - eitt uppli…
Lions nýggjan forseta
SamFelagið havt aðalfund
Núpur landar á Kósini í morgun
Norðlýsið í summar
Ægir: Hægstu stigatøl á FM 2020
Signhild Joensen ársins svimjari
Fleiri ungir línumenn við Havbúgvanum
Sigursgongdin hjá KÍ kvinnunum heldur áf…
Gloymið Bústaðir! Latið kommunur­nar bygg…
Áki Mørk: Vónirnar eru góðar hjá styrktu…
Jofridt Jensen úr Fuglafirði níti ár 6.…
Corona: Ein tilburður staðfestur
KÍ vendi aftur øllum og vann
Vitja 5 fjallatoppar og vinn