Lýsing
Lýsing

Ein heiður til Fridtjof og sjómannakonur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.05.2020 - 14:24 Mentan Myndarøð Tíðindi

3. september í ár, eru 100 ár síðan at okkara háttvirdi listamaður, Fridtjof Joensen, sáli, varð føddur. Í hesum sambandið hevur Føroya Sjómannadagur gjørt av at seta upp ein minnisvarða, sum Fridtjof  tilevnaðið í síni tíð.

Hugskotið kom Edward Fuglø, listamaður við til Føroya Sjómannadag. Síðani fór ein bólkur undir Føroya Sjómannadegi undir at savna inn pening til endamálið. Málið er rokkið, reiðaríir og fiskifør í Klaksvík hava borið kostnaðin av tiltakinum, og minnisvarðin er í dag til stoypingar í Svendborg á Fióni, sama bronsustoyparíið, ið stoypti kópakonuna í Mikladali á sinni.

Seta upp standmynd

Ætlanin er at seta minnisvarðan upp í Klaksvík á Føroya Sjómannadegi í ár. Í skrivandi stund er enn óvist um tað í heila taki verður nakar Sjómannadagur í ár, orsakað av Covid -19. Men hóast tað, so er ætlanin undir øllum umstøðum at seta minnisvarðan upp í august.

Fridtjof var úr Mikladali, men búleikaðist á tilkomnum árum í Klaksvík. Vit eru helst mong, ið minnast væl Fridtjof. Hann var føddur í 1920 og andaðist í 1988, bert 67 ára gamalur.

Ein arbeiðisfelagi

Tórur Andreassen, ið eisini hevur havt tokka til listina og sum arbeiddi saman við Fridtjofi á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum. Tórur sigur í dag, at hann minnist Fridtjof sum ein sera dugnaligan, skjótan og vinsaman arbeiðisfelagaða. Eg haldi ikki at hann var blikksmiðjur av útbúgving. Helst hevur hann verið maskinmaður. Í hvussu so er haldi eg meg minnast at hann hevði arbeitt á stóra skipsverftinum í Danmark Burmeister og Wain.

Ymiskar uppgávur

Fridtjof var so alsidigur í arbeiðinum á Blikksmiðjuni, at hann kundi taka sær av øllum teim sera ymisku uppgávum, ið vit á Blikksmiðjuni vóru settir til, hann hevði simpulthen evni til alt. Umframt stóru blikksmiðjuarbeiðini, so gjørdu vit eisini smáutir sum grýtur, laternur, rennistokkar, innsetningar. Minnist at vit gjørdu ein lagkøkuskerara til Sjómansheimið.

Tað var ein góð tíð

Um tíðina tá Fridtjof var á blikksmiðjuni, minnist Tórur nøkur nøvn á monnum, sum har arbeittu. Blikksmiðjan var eitt stórt arbeiðispláss, millum aðrar: Levi í Árnafirði, Eyðólvur Borðoy, Arnstein iclassen, Høgni Høgnesen, Victor á Lakjuni, Jens Christian Gerðalíð, Danial Julius syderbø, Sámal Kunoy, Pollaba, Kal Jákup Ósá, Dánjal Danjalsson, Finnur í Kunoy, Sámal á Bergi, Steinmund Klakkstein og fleiri áðrir.

Hugaligt arbeiðispláss

Jú, sigur Tórur, við Erlingi Høgnesen og Elsu á odda, var Blikksmiðjan hjá Kjølbro eitt sera virkið og hugaligt arbeiðispláss. Ikki minst var arbeiðisfólkið spennandi at vera ímillum hjá mær.

Úr Myndlist

Um Fridtjof skrivar Bárður Jákupsson soleiðis: Fridtjof Joensen (1920-1988) úr Mikladali var maskinmeistari, sigldi í fleiri ár við trolara og arbeiddi sum smiður í Klaksvík, men í frítíð síni skar hann bringumyndir og figurar úr træ. Ikki fyrr enn hann var 47 ára gamal gjørdi hann av at søkja um uptøku á yndahøggaraskúlan á listaakademinum í Keypmannahavn, har hann 1967-70 var næmingur hjá Mogens Bøggild professara. Í framskornum myndum úr viði ella samansettum tilfari hevur hann lýst arbeiðið hjá fiskimonnum og bóndum. Í bý og bygd síggjast hansara standmyndir og framskornu flatamyndir - manga eru bílagdar sum minnisvarðar yvir sjólátnar. Ter flestu av hesum varðum eru naturalistiskir figurbólkar stoyptir í bronsu. Hann hevur eisini gjørt fleiri andlitsmyndir. Tey seinni árini gjørdi hann alsamt meira burtur úr sínari handverksligu vitan, arbeiddi meira frítt og gjørdi royndir. Hansara kensla fyri tilfari kemur til sín rætt í standmyndum, ið eru smíðaðar úr jarni, kopari ella aluminiumi. Hann hevur gjørt hugfloygdar prýåiligar brotamyndir úr ymiskum tilfari. Í fleiri nonfigurativum skulpturum hevur hann eisini roynt seg við kubistiskum grundformum.

Verkstaðurin

Nógv tey seinastu árini, hevði Frithjof atelier í motorhúsinum hjá Klaksvíkar Ullvirki, ella Spinnaríðnum, sum tað vanliga verður rópt.

Familja

Páll Josephsen, ið var stjóri á Klaksvíkar Byggivirki, ið átti Spinnaríið og harvið eisini motorhúsið sigur, at orsøkin til at Frithjof fekk motorhúsið til atelier var, at hann hevði familjubond til konu beiggja mín, Sjúrða Josephsen. Verðmamma Sjúrð var systir Fridthjof, tí høvdu vit eitt ógvuliga tætt samband við Fridthjof.

Motorhúsið

Tá vit keyptu Spinnaríið frá Kjølbro og fóru í gongd við snikkaraarbeiði og byggivirksemi, høvdu vit faktisk ikki brúk fyri motorhúsinum. Tað bleiv bara fult av óruddi, so Fridthjof fekk motorhúsið at brúka aftur fyri at rudda tað.

Teknaði pápa

Vit høvdu ikki bert familjubond til Frithjof, vit gjørdu eisini arbeiði fyri hann. Eitt nú rammaðu vit myndir inn tað tíðina. Eg minnist, at einaferð kom Frithjof niðan við einari mynd, sum skuldi innrammast. Eg bað hann fara inn at práta við pápa ímeðan eg skuldi ramma myndina inn. Tá eg var liðugur, hevði Fridthjof tekna eina blíantstekning av páða, sum í dag hongur inni hjá mær.

Ótrúligar hendur

Fridthjof var eitt so óalmindiliga fittur og afturat tí hevð hann so ótrúliga góðar hendur. Hann kundi fáast við alt, bæði jarn og timbur. Hann hevði neyvan lært alt tað hann kundi. Sum stjóri á byggivirki alt mítt lív havi eg mangan upplivað at summir menn hava betri hegni enn aðrir, eisini sjálvt um teir ikki hava lært. Ein sum mær kemur til hugs er Jógvan í Nornástovu Hann var bygdarmaður hjá Fridthjofi og eisini heilt ótrúligur til hendurnar.

Húsaleiga

Tá eg spyrjið Páll um, hvat Frithjof skuldi gjalda í húsaleigu í motorhúsinum, sigur Páll flennandi, nei tað var ikki pengar alt snúði seg um. Hann fekk brúkt motorhúsið, sum vit ikki høvdu brúk fyri, og tað var tað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grein um rognkelsi í Nature
Net møti úr Betesda
Bústaðir ... til havnar­fólk?
Stroyming: Týskvøldskapping í Klaksvíkar…
Gekk væl hjá Ægir
Nú kunnu allar okkara persónsupplýs­ingar…
Beinleiðis vínsmakking online fyri øll,…
Ovurstórur tørvur er á fleiri námsfrøðin…
Hjálp okkum at finna atkomuligar matstov…
Lands­stýris­maðu­rin svarar fyrispurningi…
Telving á Norð­oyastevnu
Klaksvíkar Dartfelag á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnublaðið kemur fríggja­dagin
Norðoya Javnaðar­felag aðalfund
Virtual FIshExpo - vit siktaðu høgt, men…
Sjáldsamur gestur á Vágni
Færøerne findes faktisk, Mette!
Broyting í innsavning­ini hjá IRF
Løgreglan ger ikki meira við málið um sk…
Kvikk afturkomin undan Íslandi