Lýsing
Lýsing
Næmingar í 2017 | Mynd: Húsarhaldsskúli Føroya

Húsarhaldsskúlin og háskúlar sera meint raktir av Corona

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  08.05.2020 - 01:53 Mentan Tíðindi

Í Føroyum eru sambært Háskúlafaldaranum fýra háskúlar, Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík, Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn, Ítróttarháskúlin í Vági og Mat- og Moldmentarskúlin á Sandi. Sum heild eru føroysku háskúlarnir ógvusliga raktir av tiltøkunum í sambandi við Corona, fyrst og fremst tí at so nógv brúkarafígging verður mist, av tí at skeið hava mugað verið avlýst. Húsarhaldsskúlin í Klaksvík er millum hesar hart raktu skúlar.

Nakað av vón er tó at hóma. Í svari til fyrispurning frá Beintu Løwe, Tjóðveldi, svarar Jenis av Rana, mentamálaráðharri, ið varðar av skúlunum, at arbeitt verður við at hjálpa skúlunum fíggjarliga við stuðuli, og at hetta skal gerast við eini komandi eykajáttan. Tilsamans verður mett, at háskúlarnir missa 700.000 krónur, og tað framgongur ikki av svarinum, um hjálpin verður eins stór og tapið.

Á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík er virksemið býtt í tveir partar. Annar er tað vanliga húsarhaldsskeiðið, ið er frá august til februar. Hin parturin er skeiðsvirksemi, og tá virkar skúlin sum skeiðsdepil. Í ár hevði skúlin eina sera fjølbroytta og spennandi skrá, ið av tí sama var ógvuliga væl umtókt. So gott sum øll skeiðini vóru fullteknað, svarandi til umleið 250 skeiðsluttakarar.

Skúlin leggur í síni frálæru og skeiðum annars nógvan dent á kreativitet og sjálvhjálpni í heiminum. Skúlans eyðkenni eru serliga matgerð og handverk, men profilur skúlans er eisini grønur, burðardyggur og heilsugóður. Umframt matmentan, bæði føroyska og viðvíkjandi føðslu sum heild, verður eisini undirvíst um kroppin, rørslu og heilsu, um handverk, har arbeiði verður við klæðum, seyming, glaslist og silvuri. Næmingarnir ferðast í egnum landi og hava kvøldsetur og onnur mentanartiltøk á skúlanum.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, sigur við Norðlýsið, at tey kláraðu at halda tvey skeið, áðrenn Coronatiltøkini vórðu sett í verk, men eftir tað hevur skúlin sum eina sjálvfylgju fylgt tilmælunum, og tað hevur merkt, at næstan alt skeiðsvirksemið á skúlanum mátti avlýsast. Skúlin hevði tó eisini lívsstílskeið, ið ber til at fylgja sum fjarundirvísing, og hetta er tað einasta, sum er hildið undir tíðarskeiðnum við Coronatiltøkunum.

Tað er sjálvur raksturin á Húsarhaldsskúlanum, sum er raktur, tí tað er í várhálvuni, at skúlin fær munadyggasta partin av inntøkuni við sínum skeiðsvirksemi, sigur skúlastjórin. Avlýsingarnar merkja, at tað als ikki hongur fíggjarliga saman á skúlanum, og skúlastjórin metir, at mistu inntøkurnar eru umleið 210.000 krónur. Hon vónar tí inniliga, at okkurt spyrst burturúr lyftinum frá mentamálaráðharranum um hjálp.

Og hjálp er í væntu, sigur mentamálaráðharrin í svari til fyrispurningin. Ætlanin er at útvega háskúlunum likviditet við at framskunda rakstrarstuðulin til teirra í ár, “um tørvur er á tí”, og mentamálaráðharrin sigur, at mett verður leypandi um støðuna. Av svarinum framgongur eisini, at háskúlarnir so smátt eru farnir í gongd aftur við styttri skeiðum, har nógv verður lagt fyri at forða fyri smittuútbreiðslu, men at tey stóru skeiðini av góðum grundum ikki vera fyrrenn aftaná summarfrítíðina.

Talan er sostatt um eitt lyfti frá Landsstýrinum um at framskunda játtan, sum skúlarnir annars skuldu fingið, umframt um eina eykajáttan at mótvirka tapinum uppá tær 700.000, sum skúlarnir sambært Undirvísingarstýrinum verða mettir at hava mist tilsamans vegna Corona-tiltøkini. Tað er tó ikki greitt, um eykajáttanin verður áljóðandi tann samlaða metta missin, ella ein lægri stuðulsupphædd, ið skal hjálpa skúlunum at hóra undan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.