Lýsing
Lýsing

Hugnaløta við sálmum og sangum úr Vági íkvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2020 - 09:31 Mentan Tíðindi

Aftur í kvøld er beinleiðis sending úr Vb-húsinum í Vági, har tað í kvøld eru sálmar og sangir á skránni.

Tað er Dýri Biðjudagur, og hesa tíðina er vanligt at fleiri leita í kirkjur og samkomur, at syngja ella lurta eftir sálmum og sangum. Men sum støðan er, ber hetta ikki til, og vóru tí stig tikin til at senda beinleiðis aftur íkvøld.

Síðani byrjað var upp á hesar hugnaløturnar, so hava nærum 100.000 sýningar verið, av teimum ymisku tiltøkunum, ið senda hava verið, so undirtøkan hevur verið sera góð. Leinkjan til síðuna sæst HER


Á skránni til sendingina íkvøld, eru framførslur, sangur, prát og eisini hugni. Tey luttakandi eru Hjalmar og Dagfinn, ein partur av Orðið á borði, Sára, Julia og Karina, umframt at verturin fer at leiða kvøldið, og eisini tekur ímóti lurtaraynskjum.


Sendingin byrjar kl. 20.00 íkvøld, og heldur á til umleið 21.30 ella so leingi sálmar og sangirnir runga. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.