Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Upptakt: KÍ-B36

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.05.2020 - 06:48 Ítrottur Tíðindi

Í dag byrjar Betri Deildin hjá monnum við einari endurtøku av FM-finaluni í fjør.

Tað verður eitt heilt serligt umfar, ið fer í gongd í dag. Tað verður uttan áskoðarar, men við heilt óvanliga stórum útlendskum áhuga. Orsøkin er, at føroyska kappingin er tann fyrsta í Europa, sum byrjar aftur eftir koronasteðg. Fleiri túsund fólk fara at sita og hyggja umvegis sjónvarpsrásir ella stroyming,

KÍ hevur eina av heilt torføru uppgávunum í 1. umfarinum. Liðið við teimum bestu hagtølunum í Klaksvík síðstu árini, B36, vitjar. Og eftir tapið í FM-finaluni í fjør, so er lítil ivi um, at tað verður eitt sera tendrað og uppsett B36-lið, sum kemur til Klaksvíkar at halda sterku siðvenjuna við góðum úrslitum í Klaksvík. Topp 5 liðini kunnu øll vinna FM realistiskt sæð, men tey flestu hava júst KÍ og/ella B36 sum eitt sindur størri favorittar enn hini trý.

Hjá KÍ er Óli Ey. Poulsen ikki tøkur vegna skaða. Fleiri aðrir leikarar eru ivasamir vegna skaðar. Teir eru Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð. Jesper Brinck og Odmar Færø hava ikki spælt nakran venjingardyst eftir koronasteðgin, men fyrr í vikuni var væntað, at báðir blivu klárir. Hjá B36 eru tríggir leikarar ivasamir. Teir eru Sebastian Pingel, Hugin Samuelsen og Brian Jakobsen.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 17.00 og dómari verður Alex Troleis. Dysturin kann keypast hjá Televarpinum á tv.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund