Lýsing
Lýsing
Lýsing

B36 vann uppibornan sigur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekstur: Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen  |  09.05.2020 - 19:26 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Góða gongdin hjá B36 í Klaksvík helt fram í dag, tá B36 segði takk fyri seinast og fekk hevnd fyri FM-finaluna.

Talan var um ein ‘’typiskan’’ 1. umfar dyst, har lítið av samanhangandi spæli var at síggja. Bæði KÍ og B36 trýstu høgt og hvørgan fekk spælt seg úr trýstinum og tí bleiv nógv spælt uppá langar sendingar og deyðbóltsstøður. Fyrri hálvleikur var javnur, har bæði liðini høvdu góðar møguleikar. KÍ roynd endaði á yvirleggjaranum, og fleiri ferðir var B36 nær við.

Í seinna hálvleiki var B36 betra liðið, tó at tað sjáldan komu heilt stóru málmøguleikarnir burturúr hjá hvørgan av liðunum. Fram til síðsta korterið í dystinum. Jóannes Bjartalíð skeyt á stongina og út. Í 81. minutti kom B36 á odda. Eitt ''typiskt'' B36-mál, har Árni Frederiksberg sleppur at leggja gott innlegg innfyri úr høgru og Sebastian Pingel fekk koyrt bóltin í málið. Í yvirtíðini staðfesti Meinhard E. Olsen sigurin hjá B36.

B36 vann sostatt ein uppibornan 2-0 sigur í Klaksvík. KÍ hevði tað sera trupult gjøgnum dystin, og B36-liðið var avgjørt, tá møguleikarnir komu. Í fjør tapti KÍ sín einasta dyst á heimavølli móti B36 og í dag tapti KÍ aftur á heimavølli móti sama liðnum. B36 fekk eisini hevnd fyri tapið í FM-finaluni í fjør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik