Lýsing
Lýsing

Rimmar tiltak úr Vestmanna leygardagin 23. mai

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.05.2020 - 21:54 Mentan Tíðindaskriv

Bátastevnan í ár verður hildin á netinum, men fyrireikararnir siga, at Bátastevnan verður við vissu aftur í mai 2021. 

Sum plástur á sárið til føroya fólk skipa fyrireikarnir, fyri einum rimmar tiltakið niðri á kajøkinum, leygardagin 23. mai. 

 

TILTAKIÐ VERÐUR STROYMAÐ. Til ber IKKI hjá áhoyrarum at koma á kajøkið. Tó verður loyvi hjá áhoyrarum í bili at uppliva konsertina ókeypis og sjálvandi við frástøðu.

                                 

Umframt at njóta gott føroyskt undirhald á pallinum, ber eisini til at keypa ein góðan TakeAway-búff á kajøkinum.

 


Linkið til stroymingina kemur at liggja á bs.fo og á Facebook síðuni hjá Bátastevnuni.

 


Tey, sum hava ognað sær atgongumerki, bátaplass ella kampingpláss hava tveir møguleikar. Tey kunnu fáa atgongumerkið flutt til Bátastevnu 2021, og har við varveita plássið, ið tey hava bílagt, ella fáa atgongumerkið afturrinda. Tey sum ynskja at fáa atgongumerkið afturrinda, skulu senda ein teldupost við avriti av atgongumerki og kontonr. at flyta peningin á, til bs@bs.fo

 


Skráin er henda.

 


18.00-19.00         Bubu.

19.00-20.00         Magni Christiansen.                                           

20.00- 2100         Tinganest.                                         

21.00-22.00         Eyðun, Terji og Kim.                          

22.00-23.00         Jens Marni.                                       

23.00-00.00         Signar í Homrun.                                                             

00.00-01.00.        Dynamint.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.