Lýsing

Kirkjan letur dyrnar upp aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.05.2020 - 21:11 Tíðindi

Sunnudagin 17. mai sleppa fólk aftur í kirkju í Klaksvík fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir. Vit hava tikið eittt prát við kirkjuráðsformannin og prestin undan guðstænastuni, ið eisini verður sjónvarpað.

Tað eru óvanligir dagar hjá okkum øllum og so er eisini í fólkakirkjuni. Tað hava nevniliga ikki verið guðstænastur í góðar tveir mánaðir og tað er aldrin hent áður. Sunnudagin 8. mars var seinasta guðstænastan í fólkakirkjuni.

Jógvan Ravnsfjall er kirkjuráðsformaður og hann upplýsir fyri Norðlýsinum, at markið fyri guðstænasturnar eru 100 fólk, men hann skundar sær at leggja aftrat at eingin verður vendur í hurðini. Kirkjukjallarin verður nýttur tá kirkjuliðið er vorði fleiri enn 100.

Vanliga eru 200 til 300 fólk til guðstænastur sunnudagar í Christianskirkjuni, so kanska fólk aftra seg at koma, nógv eldri fólk ganga í kirkju, tey føla seg kanska hótt, men øll eru vælkomin, sigur Jógvan Ravnsfjall

Tað eru Biskupur og dómpróvstur, ið hava gjørt tilmæli hvussu fólk á bestan hátt eru trygg við virkseminum í kirkjunum. Tilmælini síggjast her á síðuni.

Vit leggja 100 sálmabløð úti í forkirkjuni og vit fylgja tilmælum við tveir metra frástøðu og vit spritta allatíðina. Kirkjufólkið verður kunna um hvussu verður gingið út. Vit gera tað soleiðis at tey aftastu fara út fyrst og allar hurðar verða tá opnar, sigur Jógvan.

Eg havi ikki skrivað prædikuna enn sigur Marjun Lómaklett prestur við einum smíli, men tað slepst ikki undan, at koma inn á gleðina og frøðina um aftur at sleppa í guðs hús og eisini at uppliva frælsi aftur við kristna felagsskapinum. Síðani verður eisini dagsins evangeliski tekstur útlagdur, sum vant, sigur Marjun.

Eisini takksemi fyri tøknina, sum annars ofta verður útskeldað, nú vit hava kunna haft elektroniskar kirkjugongdir við andaktum. Tó at umstøðurnar hava verið annaðleiðis, so er eingin forsømdur andaliga, slær Marjun fast.

Vanliga taki eg í hondina á kirkjufólkunum og eisini fáa tey eitt klemm, men tað verður ikki fyribils. Harnæst fer talvan ikki at ganga, tað verður ongin altargong og dópir í guðstænastutíð fram til 1. september. Men vígslur og dópir kunnu fyriskipast uttan fyri guðstænastutíð, sigur Marjun Lómaklett prestur.

Vit gleða okkum at opna dyrnar og taka ímóti kirkjufólkunum aftur sunnudagin, siga Jógvan og Marjun við Norðlýsið at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.