Lýsing
Lýsing

Lóg um almannatrygd og tænastur einmælt samtykt

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  19.05.2020 - 15:12 Politikkur Tíðindaskriv

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt lóg um almannatrygd og tænastur, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur lagt fyri tingið.

”Hetta er ein søguligur dagur og eg eri sera fegin um, at drúgva arbeiðið loksins hevur borið á mál”, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Meginreglan í nýggju lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri  borgaran.

Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Hóast fyribils ella varandi brek, skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt.

"Síðani 1990-árini hevur verið arbeitt við at fáa ein avloysara til gomlu forsorgarlógina, og nógv eiga lut í hesum drúgva arbeiði.

Í dag rukku vit loksins á mál, og eg gleðist um, at vit hava borið hesa týdningarmiklu lóg allan vegin. Og tess meira kann eg fegnast um, at tað hevur eydnast mær at sannføra alt løgtingið,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

“Nýggja lógin skal tryggja øllum okkara borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum,” sigur ein væl nøgd landsstýriskvinna í almannamálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.