Lýsing
Lýsing

VistGrøði søkir hópfígging

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.05.2020 - 21:48 Tíðindaskriv Vinna

Vistgrøði hevur stovnað hópfígging fyri at fáa betri umstøður í handlinum, til inventar, kassaskipan og til at stovna ein nethandil. Hetta so VistGrøði kann senda vørur um alt landið. Nýtt inventar hevði betrað um reinførið, longt haldførið, umframt at tað hevði lætt um hjá limunum og um arbeiðið hjá teimum, sum arbeiða í VistGrøði.

Hvat er VistGrøði?
Vistgrøði er eitt limafelag og heldur til í Tróndargøtu í Havn, har limir kunnu koma og keypa tvær ferðir um vikuna. Arbeiði er sjálvboðið. Øll vøran er vistfrøðilig, í stóran mun FairTrade, og er flutt heim í stórum nøgdum, so til ber at keypa uttan at vøran er pakkað inn.

Øll kunnu gerast limir í VistGrøði við at upplýsa navn, telefonnummar og bústað. Limir kunnu keypa í handlinum og hava ávirkan á virksemi og vørubílegging, um tey ynskja tað. Eitt nú við at vera virkin í nevndini. Aftur at nevndini eru fleiri sjálvboðin.


Hví hópfígging?
Av tí at alt arbeiði er sjálvboðið, og prísurin á vørunum er so lágur sum til ber, er tað ikki nógv, sum kemur í kassan. Tí hevur Vistgrøði stovnað hópfígging til at fáa betri umstøður og røkka longri út - við kassaskipan, inventar og nethandli.

Endamálið við Vistgrøði


Vistgrøði strembar eftir at minka um oyðsl og dálking, ið stendst av framleiðslu, flutningi og innpakking av matvørum. Vistgrøði vil veita vørur til limirnar, ið eru framleiddar undir rættvísum viðurskiftum og við virðing fyri umhvørvinum. Vistgrøði roynir at virka fyri, at limirnir hava atgongd til lokalt framleiddar matvørur og harvið stimbra grundarlagið fyri handli av lokalt framleiddum matvørum í Føroyum. Vistgrøði vil virka fyri, at limir hava atgongd til natúrligar og helst vistfrøðiligar vørur í leysari vekt, har dentur verður lagdur á vøruuppruna, gjøgnumskygni og góðsku. Harumframt skipar Vistgrøði fyri og tekur lut í tiltøkum, ið hava til endamáls at økja kjak og vitan um umhvørvisvinarliga og etiska matframleiðslu og matvørugóðsku.

 


Hjálp okkum at stuðla einum rættvísari heimi og ruskfríum Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…