Lýsing
Lýsing
Jórunn Dánialsdóttir Poulsen, Tórshavn hevur framsýning í Ribarhúsi.
Framsýningin letur upp 1. juni – 2. hvítusunnudag, kl 16:00 og er opin til 25. juni.
Jórun er fødd 15. apríl 1949 í Havn. Gift og hevur hon 4 børn og 4 ommu-og abbabørn.
Útbúgvin handarbeiðslærarinna á Haandarbejdets Fremme Seminarium, 1977.
Havi undirvíst í ymiskum handarbeiði á Føroya Fólkaháskúla og Tórshavnar Kvøldskúla í patchwork og áseymaðum myndum.
Seinru árin arbeitt mest við áseymaðum og broderaðum myndaevnum og eisini við endurnýtslutilfari og 'redesign'.
Havi havt fleiri verk framsýnd heima og uttanlands.
Ribarhús er opið, meðan Piddasahandil er opin- vanl. dagar frá kl 15:00 til 17:30 og leygardag frá kl 11 – 13.
Sum støðan er í dag, kunnu 25 fólk verða inni í senn við fjarstøðu 1m sínámillum.
Seinastu tíðindini