Lýsing
Lýsing

Dugni letur upp í Klaksvík

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  25.05.2020 - 17:56 Mentan Tíðindaskriv

Í morgin kl. 13.00 lata dyrnar upp, tá ið nýggi handilin hjá Dugna letur upp í bygninginum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi.

Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í samband við, at handilin Dugni, sum hevur verið á Kambsdali, flytur til Klaksvíkar. Handilin, sum hevur fingið navnið Tinghúsið, fer at selja møblar, innbúgv, barnaútgerð, húsarhaldsútgerð og nógv annað. Harumframt verður søla av kaffi og leskiligum køkum frá Marietta, sum júst hevur latið kondittarí upp í sama bygningi. 

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður. Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið og Torgerð Hansen bóru eisini fram heilsan.

Rani Nolsøe stóð fyri hugnaligum felagssangi, sum setti ein serlian dám á løtuna, sum varð avmarkað orskað av Korona-tilmælunum. 

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra:

"Góðan dag, øll somul

Tá eg frætti, at Dugni hevði ætlanir um at víðka sítt virksemi, og áhugi var fyri at koma til Klaksvíkar, so vóru tað serliga tvey ting, ið runnu mær til hugs.

Tað fyrsta var, at hetta var enn ein møguleiki, har vit sum kommuna kunnu vísa okkara fjølbroytni við at stuðla undir virksemi, ið serligar tænir teimum, sum hava skerdar førleikar.

Tað annað var tankin um gamlar møblar, sum fáa nýtt lív, men sum onkursvegna knýta fortíð og nútíð so ómetaliga væl saman.

Vit minnast øll, tá ið vit vóru smá, og vit í føstu fóru at ganga grýla, m.a. hjá eldri fólki.

Í nógvum húsum var tað ein heilt serligur luktur, tá ið man kom inn, og litirnir og sniðini vóru sermerkt.

Møblarnir vóru frá eini tíð, sum merkti teirra samtíð, og onkursvegna gjørdi tað inntrykk á barnasinnið.

Tí eg kann gott uppliva at fáa somu kenslur aftur, um eg í dag komi inn í eini hús, sum eru prýdd við somu møblum, sum eg minnist frá tí, eg var barn.

Tí er tað so spennandi at koma inn í Tinghúsið og síggja allar hesar spennandi lutir og innbúgv, sum fyri meg angar av søgu, stíli og vakurleika.

Men hóast talan er um brúktar lutir, sum kunnu hava fleiri ár á baki, so er alt í sera góðum standi. Her er sjón fyri søgn, at tit í Dugna gera eitt framúr gott arbeiði at geva hesum lutum, møblum eina kvalitets umvæling og dagføring.

Við tykkara dugnasemi, nærlagni og arbeiðssemi fáa tit onkursvegna givið nýtt lív í tað, sum fyri summi var blivið burturkast. Tað er ótrúliga stuttligt at síggja.

***

Í 2010 gjørdi Klaksvíkar kommuna eina
vakstrar­ætlan, har eitt av málunum var, at geva vinnuni uppaftur betri karmar og at breiðkað um útboðið av arbeiðsplássum.

Síðani tá hevur býráðið miðvíst arbeitt fyri at skapa og staðseta fleiri fjølbroytt og spennandi størv í kommununi, har fleiri privat, almenn og kommunal arbeiðspláss eru komin seinastu árini.

Klaksvíkar kommuna leggur seg eftir at arbeiða miðvíst og samstarva væl tvørtur um mørk við landsstýrið og stovnar hjá landinum – og vit kunnu eisini fegnast um at hava rokkið nøkrum málum.

Her kann eg eitt nú nevna: Gloym meg ei, Umsorganarheimið Gloria, Búfelagsskapurin Heygavegur 56 og Sambýlið Mylnutún – og vónandi fara vit at røkka enn fleiri úrslitum í tí komandi.

Hetta er alt virksemi, ið stuðlar undir ynskið um at geva øllum bólkum í samfelagnum møguleikar at vera virkin, saman og hugbundin.

Eg haldi man kann siga, at hesi samstørv staðfesta týdningin av góðum samstarvi og lýsa ómetaliga væl, hvussu týdningarmikið tað er, at kommunan er opin, framfýsin og torir at taka av møguleikum, sum eru til gagns fyri bæði starvsfólk, brúkarar og borgarar.

Sum býráð hava vit valt at fokusera uppá ein fjølbroyttan bý, og at pláss skal vera fyri øllum í okkara lokalsamfelag.

Tí er okkara stuðul til hetta átak eitt tilvitað val, sum eg haldi myndar okkara kommunu ómetaliga væl.

Tað hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í býnum, at allir bólkar eru umboðaðir á ein virðiligan hátt.

Missiónin hjá Dugna er at gera arbeiðsmarknaðin í Føroyum rúmligari og áhaldandi at ávirka politikarar til at stuðla undir hetta. Hetta er Klaksvíkar býrað avgjørt við at fremja, og tað eri eg ómetaliga glaður um og errin av.

***

Eg má erligt siga, at eg eri ómetaliga spentur at fylgja menningini, sum eg eri sannførdur um fer at mynda økið rundan um Tinghúsið á ein positivan hátt.

Tað er onki at ivast í, at hesin spennandi og vakri bygningur her mitt í býnum í Klaksvík hevur fingið nýtt lív, og at í morgin verður ein stórur dagur, tá ið tit lata dyrnar upp fyri fyrstu ferð her í Klaksvík.

Handilsvirksemið í økinum er í blóma, og eg síggi fram til fleiri góðar kaffimunnar í hesum hugnaliga umhvørvinum hjá tykkum. Og hvør veit, um eg ikki eisini takið ein møbil heim við J

Tað er sjálvsagt mín stóra og inniliga vón, at øll – bæði brúkarar og starvsfólk – fara at trívast her í Tinghúsinum.

***

Eg vil fegin geva tykkum í Soli Deo Gloria eina serliga tøkk fyri tykkara fyrimyndarliga samstarvsvilja.

Somuleiðis vil eg nýta høvið at takka tykkum í leiðsluni fyri Dugna fyri góða samstarvið og jaliga hugburðin, sum tit hava víst í hesi tilgongdini.

Eisini ein serlig tøkk til landsstýriskvinnuna fyri fígging til hetta átakið.

Vegna Klaksvíkar býráð og okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tykkum hjartaliga til lukku við nýggja handlinum og vælkomin til Klaksvíkar!

Takk fyri."

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vendi aftur øllum og vann
Vitja 5 fjallatoppar og vinn
Kirkju­bøkur­nar í Eysturoynni
Kaj Leo Holm Johannesen helt røðu til pr…
Upptakt: KÍ-TB
Søla í smáttunum
Kommunala Eftirlitið kannar valagn
Tøkk
Fleiri vegir verða asfalteraðir
Norðlýsið á gøtuni
Læra av Bakkafrost
Danmark-Føroyar í oktober
Fylg makrel­kanningu­num 2020
Tað spruttar av lívi í Klaksvíkar Róðrar…
Tróndardagur í Gomlu Norð­ragøtu
Løgtingsvalið í Klaksvík 1994
Marknaðargrundað skipan í Havn
Team Klaksvík hevur tveir útlendskar mál…
Lógaruppskot um bústaðaætlan til hoyring…
Team Rynkeby á ferð í Føroyum