Lýsing
Norðoya Tjóðveldisfelag aðal- og 1. uppstillingarfund
Mikukvøldið 27. mai hevur Norðoya Tjóðveldisfelag aðalfund og fyrsta uppstillingarfund til kommunuvalið í november. Fundurin verður kl. 19 í Miðstovuni í Klaksvík.
Kvøldið byrjar við útsetta aðalfundinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Síðan fer løgtingsumboðið hjá Norðoyggjum, Beinta Løwe, at hugleiða um fyrstu mánaðirnar í Løgtinginum.
Sum upphiting til uppstillingarfundin kemur býráðslimur okkara og fyrrverandi borgarstjóri, Steinbjørn O. Jacobsen, at greiða frá um býráðsarbeiðið.
Kvøldið endar við fyrsta uppstillingarfundi til kommunuvalið.
Vit bjóða frukt, køku og kaffi – og sjálvandi kunnu øll tekna seg sum lim alt kvøldið.
Møtið fjølment.
Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag
Seinastu tíðindini