Lýsing
Lýsing

Atlantis á norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2020 - 12:10 Mentan Tíðindi

Skráin hósdagin 4. juni

 

Kl. 17.00 Palli Halaleysi 
 
Teknifilmurin um Palla Halaleysa snýr seg um frensin Palla, sum kemur burtur frá sínum deiliga og trygga heimi á bygd, og endar í stórbýnum.

Í stórbýnum bíðar honum mangt og hvat. M.a. hittir hann fittu kettuna Maju, og tey gerast góðir vinir. Tað er tó ikki altíð so lætt at vera nýggi frensurin í býnum, tí ikki øll vilja einum væl!

Ein av teimum er tann óndi Mons, og áðrenn langt er liðið, vil Palli sleppa heim aftur.

Palli halaleysi er ein familjufilmur fyri tey smáu. Hann er bygdur á barnabøkurnar hjá svenska rithøvundanum, Gösta Knutsson, sum vórðu givnar út í tíðarskeiðnum frá 1939 til 1972.

 

 

21.00 Little Women

Filmurin “Little Women” er 7. filmatisering av skaldsøguni hjá Louisa May Alcotts við sama heiti.

Greta Gerwig (Lady Bird) hevur leikstjórnað, og leikmanningin eru nakrar av stórstu ungu stjórnunum beint nú: Saoirse Ronan, Florence Pugh, Emma Watson og Timotheé Chalamet. 

Umframt nýggju generatiónina av leikarum, hava eisini garvaðu nøvn sum t.d. Meryl Streep og Laura Dern størru leiklutirnar í filminum.

Søgan snýr seg um uppvøksturin hjá teimum 4 March-systrunum í tíðini, tá amerikanska borgarakríggið var. Pápi teirra er í kríggi, og mamma teirra ansar systrunum.

Meg, Jo, Beth og Amy eru allar eldhugaðar, hava listarligar gávur, og eru eisini øgiliga ymiskar. Systrarnar eru tætt knýttar, og hava í hvør sínum lag eitt brennandi ynski um at liva lívið sum individ í einari tíð, har menn ráða. 

Seinasta filmatiseringin av Little Women kom út í 1994, har m.a  Susan Sarandon, Winona Ryder og Christian Bale høvdu leiklutir.

'Little Women’ varð tilnevndur 6 Oscars, m.a. besta film, og fekk ein Oscar fyri bestu búnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin