Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Emil Nielsen, forseti í Lions Club Tórshavn, handar Karin Kass, fyrisitingarleiðara hjá grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari”, stuðulin til talukennaran

Lions 50.000 til talukennara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.06.2020 - 09:30 Tíðindaskriv

Lions Club Tórshavn hevur við 50.000 krónum stuðlað eini verkætlanin, ið hevur til endamáls at menna ein føroyskan talukennara. Henda verkætlan er framhald av teldutaluni, ið hevur verið til síðani 2005 og virkin síðani 2013.

Tá ið føroyska teldutænastan kom, var tað ein stór hjálp hjá serliga blindum og sjónveikum, umframt lesiveikum og orðblindum. Men enn er ikki heilt komið á mál, tí tað er eitt ynski hjá serliga hesum bólkum, at vit eisini fáa ein føroyskan talukennara, har tosað verður á føroyskum og har talan fæst á skrift.

Ein slíkur talukennari skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðani við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvboðin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív.

Av allari máltøkni er talukennari tann, ið vinnur mest fram nú á døgum, tí næstan alt

Europa brúkar telukennarar í almennum tænastum – nevnast kunnu sjónvarpsteksting, brekhjálp,

diktering av sjúklingajournalum, borgaratænastur, gransking og málundirvísing. Í nógv flestu førum er talan um enskt mál, sum kann vera ein avbjóðing. Tí er tað av størsta týdningi hjá øllum teimum norðurlendsku málunum – og tí eisini føroyskum – at menna góðar talukennarar, so henda hjálp eisini kann vera tl gagns á øllum gerandismótum.

 

Hetta er eitt endamál, ið til fulnar er í tráð við hjálpararbeiði, Lions Club Tórshavn mangan hevur stuðlað, og tí eru 50.000 krónur latnar grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari”, so tað skal bera til at menna føroyska talukennaran, ið skal kunna takast niður á netinum, brúkast online og vera fríur at nýta hjá øllum.

 

 

 

:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum
Kondittarí Marietta: Fyrsti lærlingu­rin…
Jólatræið í SVÍNOY
Sámal Toftanes í Gallarí Havnará
Løgtingið sett fiski­veiðiavtaluna frá 19…