Lýsing
Lýsing
Lýsing
Símun Absalonsen | Mynd: Dávur Winther

Símun Absalonsen heldur midnáttarrøðuna

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  04.06.2020 - 17:00 Mentan Tíðindi

Tað verður Símun Absalonsen, grannskoðari, sum heldur árligu midnáttarrøðuna. Midnáttarrøðan verður stroymd av Skúlatrøð leygarkvøldið 6. juni kl. 22:00.

Símun Absalonsen er uppvaksin í grannalagnum við skúlan, har hann hevði virðing fyri tí, sum fyri fórst í skúlanum og var autoritetstrúgvur fyri teirri yvirvøld, ið har ráddi. Símun hevur í øllum lutum havt eyguni við sær og hevur dugað væl at siti undir. Tí er hann eisini framúr frásøgumaður og dugir, at seta tað skemtiligu sjóneykuna fyri, har tað hóskar.

Hann plagar at taka til, at tað vóru tveir høvdingar, sum ráddu í skúlanum. Annar var skúlastjórin og hin var Jóhann Húshamar, sum við myndugleika ráddi í skúlagarðinum um kvøldarnar, tá ið teir eldru menninir spældu “krokk”.

Símun man heilt vist hava okkurt áhugavert at bera fram um ungdómsdagar í Klaksvík og hvussu hann hugsar sær framtíðina.
Solby og Símun eru tveir persónar, sum hava orðið í sínum veldi og verður áhugavert at hoyra tey hugleiða úr heimligum jørðildi.

Eftir Símun verður eitt “syngið við tiltak”, sum Hallur Joensen saman við øðrum skipar fyri – har tú eisini sleppur at syngja við umvegis sjónvarpsskíggjan.

Sí alla skránna her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…