Lýsing
Lýsing

Heimið er, har hjartað er

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  06.06.2020 - 12:55 Mentan Tíðindi

Eru tað tær ytru ella innaru umstøðurnar, sum fáa okkum at trívast?

Til henda spurning finst neyvan eitt svar. Tí helst er tað ein samanseting av báðum.

Vælkomin á eina heldur øðrvísi Norðoyastevnu. Eina Norðoyastevnu, vit ikki hava upplivað áður.

Vit skulu í høvdunum, í kenslunum og við vitanini umstilla okkum til Norðoyastevnuna 2020. Og tað klára vit. Tí vit hava prógvað, at vit eru skjót at tillaga okkum. Fyrst við tilmælinum um at halda okkum heima, at halda frástøðu og um eyka reinføri. Síðandi til at lata spakuliga upp og finna útav, hvat vit kunnu loyva okkum, og hvat vit ikki kunnu loyva okkum. Landsmyndugleikarnir koma við tilmælum, og avgerðin er latin upp til hvønn einstakan at handfara tilmælini so skynsamt og so gott, ið vit megna. Og so gott, sum umstøðurnar loyva tí.

Veistlulagið í felagsskapinum er ikki, sum tað var. At hittast, tosa og skemta saman í størri bólkum, har lógvatak og klemm hoyra til. Tí mugu vit øll, í hvør sínum lagi, gera okkara egnu Norðoyastevnu í ár. Men royna vit at fáa tað besta burturúr saman við okkara nærmastu - familju, vinum og kenningum - fer hetta uttan iva at gerast ein hugnalig stevna hóast alt.

Í einum sangi hjá Soundz ljóðar niðurlagið soleiðis:

Home is where your heart is.

Heimið er, har hjartað er.

 

Tað sama kunnu vit siga um Norðoyastevnuna 2020.

Norðoyastevnan er har, ið tit eru.

Hugnin og gleðin eru har, ið tit eru.

Virðini á Norðoyastevnu deila vit saman á netinum har, ið tit eru.

 

Hóast nógv er, sum tað ikki var, so standa fjøllini enn. Vatnið í ánni rennur sama veg. Grasið er grønkað. Og summardáin og sóljan hava trokað seg upp úr jørðini og vissa okkum um, at náttúran er tann sama í ár, eins og undanfarin ár. Men tó, so mugu vit hava nøkur fyrilit við vitanini um, at tað er nakað, sum ikki hevur verið.

 

Mítt tilmæli skal vera:

Verið takksom, verið kát, verið góð við hvønn annan, heima og í smærri samkomum.

Home is where your heart is

Find where you belong,

start to take control, 

show a little soul.

Then you feel who you are!

                                                                                                                    

Góða Norðoyastevnu!

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Safir komin inn vegna motor trupulleikar
Funksjon við nýggjum staklagi
Konspiratións-Kruse manglar bara Illumin…
Viðkomandi ráðstevna um Brexit
400 km kring Føroyar
Silvur­brúdleyp hjá Joan og John William
Fortreytir­nar hjá KÍ til B36-dystin sunn…
Helena Kjeld í Ribarhúsi
KÍ úti av steypakapping­ini og HB heldur…
Útslignir móti HB í Klaksvík annað árið…
FM/­JM langgeil 3.-5. juli
Brúdleyp - Jona Elisa Rasmussen og Petur…
Sleppa Wuhan Dahl og Kina at verða 17. m…
Tónleikaligt hugnakvøld
Fuglatúrur millum Tjarnir
Nevndin í FM heldur fram
12. juli er talvudagu­rin hjá Føroysku s…
Trygvi Hansen venjari hjá Mjølnir
Útskiftingin í Uppsalahaga endað
Brúdleyp - Karin Kristina og Ivan