Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Finnur Jacobsen 75 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2020 - 19:03 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag fyllir ein grand old man 75 ár. Eftir heili 40 ár í vinnulívinum í Norðuroyggjum er hann still going strong. Men nú ætlar hann skjótt at repa seglini, sigur hann.  Norðlýsið var ein túr norðuri á KSS fyrradagin, og har fingu vit m.a. eitt prát við Finn.  

Finnur er ættaður og uppvaksin í Leirvík og Fuglafirði. Eftir at hava lisið civiløkonomi á Handilsháskúlanum, og starvast sum grannskoðari hjá C. Jespersen í Keypmannahavn øll sjeytiárini, fluttu tey til Klaksvíkar í 1980, tá Finnur byrjaði hjá Kjølbro. Konan Ranva Heinesen var úr Kunoy, so tey búsettust mitt í millum.         

Umframt ymiskar nevndarsessir í norðuroyggjum hevur Finnur í P/F J.F.Kjølbro og J.F.K.Trol starvast ein mansaldur sum fulltrúi og fíggjarstjóri, og frá 1990 var hann harumframt stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð (á bedingini), sum upprunaliga hoyrdi til Kjølbro-samtakið.

Í kreppuárunum fyrst í 90´unum, tá alt fór á heysin, vóru útlitini ógvuliga ivasom. Men Finnur og aðrir við honum fullu ikki í fátt. Teir fingu pening til vega, so Klaksvíkar Sleipistøð kundi endurreisast. Gongd kom á virksemið og fólk sluppu aftur til arbeiðis. Her er kanska áhugavert at dvølja við ta sannroynd, at Norðoyggjar vóru tann fyrsti parturin av landinum sum kom fyri seg eftir kreppuna, og sum umvegis gongdina í vinnulívinum her norðuri fungeraði sum ein dynamo, til at endurreisa alt føroyska samfelagið. 

At tílíkir menn taka kjansir og leggja fígging og stóra orku í at byggja upp vinnuligt virksemi okkum øllum at gagni, er alla æru vert og eigur at virðast. Í so máta hevur tað kanska eisini týdning fyri samfelagið Føroyar ikki at stara seg blindan í einstøkum løtumyndum av føroyskum vinnulívi, men at síggja og skilja vinnulívið úr einum samansettum og væl longri søguligum sjónarhorni.

Finnur Jacobsen var stjóri og parteigari í Klaksvíkar Sleipistøð heilt fram til 2011, tá fyritøkan var seld Frimodt Rasmussen, sum eisini hevur verið ein sterk drívmegi í at menna fyritøkuna uppaftur longri fram á leið. Finnur fylgdi við keypinum, so at siga, og fer enn glaður til arbeiðis á KSS hvønn dag, sum fíggjarleiðari. Nú hann fyllir 75 fer hann skjótt at gevast, heldur hann.

Tí alt er ikki bara skipasmíð og fiskivinna. Í frítíðini dámar honum sera væl at lurta eftir klassiskum tónleiki, og hevur hann m.a. eisini 4 abbabørn at taka sær av. Harafturat er hann mentamaður, og syngur í ikki minni enn trimum kórum, Klaksvíkskórinum, Fuglfjarðarkórinum og Havnakórinum. So hann fer neyvan at keða seg, hóast hann skjótt, og við góðari samvitsku, fer at leggja frá sær.

Vit á Norðlýsinum ynskja Finni hjartaliga tillukku við 75-ára føðingardegnum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…