Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skotið verður nú upp at játta 3 milliónir eyka til Fámjinstunnilin í 2020. Pengarnir fara til at gera projekteringina lidna innanfyri ½ ár

Er samtykt at byrja uppá Fámjinstunnilin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2020 - 19:28 Leiðarin Politikkur

Í uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020 stendur, at arbeiðið at gera verkætlanina klára at bjóða út skal gerast nú, og skal kunna vera liðugt uppá eitt hálvt ár, t.v.s. at tað kann vera klárt at bora til Fámjins nú í 2020. Biðið verður nú um eykajáttan uppá 3 milliónir til seinastu projekteringina, tekningar og útrokningar

Í oktober 2018 mátti Henrik Old, táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, leggja frá sær, og orsøkina seg hann sjálvur vera, at hann ikki kundi liva við, at hann ikki fekk sín vilja í málinum um Fámjinstunnil. Í august hevði landsstýrismaðurin givið boð um, at Landsverk skuldi byrja uppá arbeiðið við Fámjinstunli, men teimum ætlanunum steðgaði táverandi samgongan.

Men verður hugt í eykajáttanaruppskotið, so stendur bara at íresta tað allarseinasta. Ítøkiliga stendur “Í hesum er, at ein ráðgevi skal projektera rest (sic!), gera tekningar og rokna nøgdir, og tekur tað um ½ ár at gera.” Annars er arbeiðið mett at kosta 155,6 milliónir, sum við eykajáttanini gerast 158,6 milliónir. Líkt er tí til, at arbeitt hevur verið víðari við ætlanini um at bora til Fámjins, eftir at landsstýrismaðurin, sum gav boðini, hevur lagt frá sær.

Fólkið fyri Norðan Fjall hevur annars fingið lovað av bæði Jákupi Mikkelsen, Beini Johannesen og Steffani Klein Poulsen, at nú áttu Tunlarnir Norður um Fjall tørn, og tað kom ikki uppá tal at taka nakra aðra verkætlan fram um. Í besta føri kundi Fámjinstunnilin borast samstundis, men ikki áðrenn tunlarnir Norður um Fjall.

Tí er tað eitt sindur ófrættakent at lesa, at eykajáttan nú verður veitt til Fámjinstunnilin, men ongin til Tunlarnar Norður um Fjall. Vit skuldu fáa meira at vita um fíggingina í fíggjarkørmunum 1. apríl, men teir vórðu sum kunnugt ikki framlagdir vegna Corona-farsóttina. Í veruleikanum hava vit onki fingið at vita um fíggingina til farleiðina Norður um Fjall síðani seinasta heyst, tá tað eydnaðist at fáa 15 milliónir at byrja uppá tunnilsverkætlanina við.

Hetta signalið í eykajáttanini kann tulkast sum, at gongd er í málinum um Fámjinstunnil, meðan ongin gongd er í málinum um tunlarnar á Borðoynni, og er hetta rætt tulkað, biður Landsstýrið um eykajáttan til nakað, sum norðoyatingfólk hava meldað greitt út, at tey siga nei til, nevniliga at ein onnur tunnilsverkætlan verður sett í gongd áðrenn tann Norður um Fjall.

Norðlýsið hevur verið í sambandi við ávísar tinglimir, og teir vátta, at gongd er í málinum um Fámjinstunnil, men vita ikki at siga, hvar tunlarnir Norður um Fjall flóta í løtuni. Her haltar við kunningini frá Landsstýrinum. Tað er væl skilligt, at Corona órógvaði fíggjarkarmarnar, men nú skjótt 3 mánaðir seinni áttu norðoyingar at fingið eitt signal um, hvat leið við “teirra” tunlum. Eitt signal av sama slagi sum tað, sum suðuroyingar nú hava fingið við eykajáttanaruppskotinum.

Í øllum førum er neyðugt at spæla við opnum kortum. Ætlar Landsstýrið at taka Fámjin fram um Borðoy, so er at siga tað alment, og so taka reaktiónirnar, sum tær koma. Tað er ikki í lagi at arbeitt verður í tí hálvgum dulda við eini eykajáttan her og har, uttan at fólkið kennir til ta samlaðu ætlanina. Vil Landsstýrið ikki sjálvt melda ætlanina við tunlunum út, so eigur Løgtingið at krevja tað av Landsstýrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði