Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landssjúkrahúsið Norður?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2020 - 10:02 Leiðarin Politikkur

Sjúkrahúsini skulu hava nýggj nøvn í morgin. Tann 12. juni kl. 12 fer freistin at senda inn uppskot til navnakappingina hjá sjúkrahúsverkinum. Men ógreitt er framvegis, um tað í heila tikið er lógligt at broyta nøvnini. Landsstýrismaðurin hevur enn ikki svarað teimum fýra tingmonnunum, sum millum annað settu spurnartekin við lógarheimildina.

Nøvnini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús eru positivt nevnd í §1 í lóg um sjúkrahúsverkið, og tað fekk Jákup Mikkelsen, tingmann fyri Fólkaflokkin, at gera vart við, at nøvnini eru vard og tí ikki kunnu broytast uttan víðari. Í fyrispurningi til Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharra, endurtaka teir fýra tingmenninir Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Jákup Mikkelsen sjálvur hetta.

Neyðugt er sostatt við lógarbroyting fyri at fáa nøvnini broytt, og landsstýrismaðurin hevur ikki tryggjað sær meiriluta fyri hesi navnabroytingini. Samstundis upplýsir heilsuverkið, at 500.000 krónur væntast at verða brúktar til navnaskiftið, og tað reisir sjálvsagt spurningin um, hvørt heimild er fyri at brúka tað. Ongin almenn útreiðsla kann avhaldast, uttan so at lógarheimild liggur aftanfyri.

Hvussu er og ikki, so er freistin fyri at senda uppskot inn til nýggj nøvn fríggjadagin 12. juni á miðdegi. Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur sagt við Kringvarpið, at fólk eru vælkomin at skjóta gomlu nøvnini upp, ynskja tey onga broyting, og sum skilst hava fleiri longu gjørt tað, millum annað Facebook-bólkurin Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Í seinasta lagi síðst í komandi viku, antin hósdagin 18. ella fríggjadagin 19. juni, skal landsstýrismaðurin svara teimum fýra tingmonnunum. Spurningurin snýr seg um samlaðu upphæddina, um starvsfólkini eru starvssett á teimum einstøku sjúkrahúsunum ella í einum savnaðum sjúkrahúsverki, hvør næsti fyrisetti hjá stjórunum á Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahúsum er, og um rumblið vegna búskaparskipanarligu broytingarnar fyrr í ár. At enda skal landsstýrismaðurin svara uppá, hvørt hann ætlar at halda fæst í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið ella at endurskoða hana.

Treytin fyri at vera við í navnakappingini er, at nøvnini ikki eru ov long, at tey “falla væl”, sum tað stendur, eins og ein skrivlig frágreiðing skal skrivast um, hví man metir nøvnini vera hóskandi. Somuleiðis skal man skjóta upp nøvn til øll 3 sjúkrahúsini, ikki bert eitt ella tvey, og møguligt er eisini at skjóta upp eitt felagsnavn fyri øll trý, við undirheitum fyri einstøku sjúkrahúsini.

Fyri at vera við, skal man innan miðdag, t.e. kl. 12:00, fríggjadagin 12. juni senda uppskotið inn, antin í brævbjálva til eitt av sjúkrahúsunum, ella sum teldupost til ks@ks.fo. Seinast í juli verður vinnarin funnin, og virðislønin er 10.000 krónur. Navnanevndin tilskilar sær rætt til onga broyting at gera, og ger eisini vart við, at um fleiri hava skotið vinnandi uppskotið upp, verður lutakast um tær 10.000 krónurnar.

Nevndin er ikki einaráðandi. Í tíðindaskrivinum um navnakappingina er tilskilað, at nevndin ger tilmæli, meðan tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, ið hevur endaliga avgerðarrættin. Men sum nevnt ynskja løgtingslimir somuleiðis at hava eitt orð at skulað sagt í hesum málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar