Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tænastan frá Posta bara versnar og versnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2020 - 11:06 Leiðarin Politikkur Vinna

Norðlýsið frættir frá fyritøkum her í lokalsamfelagnum, at tænastan frá tí privatiseraða Postverki Føroya, sum í dag eitur Posta, støðugt versnar, samstundis sum fyritøkan miðvíst avtekur allar tænstudeildir kring landið – og skjótt verður kanska bert eitt posthús í Føroyum?!?

Tað var tann tíð, tá ið tað almenna í Føroyum tók ábyrgd av, at undirstøðukervið innan postútbering hevði ein standard, sum var tryggur, har og har tænastudeildir vóru á øllum størri plássum kring landið. Hetta gav ein tryggleika og tryggjaði eina tænastu, sum fólk høvdu fult álit á og settu stóran prís uppá.

Men so kom okkurt ljóst høvd og helt tað vera smart – júst sum við Atlantsflogi, Føroya Banka og Telefonverki Føroya Løgtings (og skjótt kanska eisini SEV?) – at tað einasta sáliggerandi var at privatisera Postverk Føroya. Í dag síggja vit úrslitið av hesum politiska handverki, tí frá at vera ein tænastufyritøka hjá tí almenna, har tænastan var í hásæti, hvar tú so enn búði landinum, er Posta blivin til eina fyritøku, sum vinningur er alt hjá.

Hjá nú fyrrverandi Postverki Føroya snýr tað seg ikki longur um at veita best møguliga tænastu tættast møguliga hjá borgarunum, ið hava goldið og fíggjað Postverk Føroya og bygt tað upp. Nei, nú er tað profitturin, ið stýrir postútberingini hjá Posta, sum eisini ríkar seg upp við at selja almennu ognirnar, sum tað arvaði ókeypis frá skattaborgaranum.

Verst av øllum er, at samstundis sum Posta er blivin ein fyritøka í Havn, sum skjótt als onga tænastudeild fer at hava nakra aðrastaðni í landinum, so versnar tænastan samsvarandi. Eitt nú kunnu fyritøkur, sum fyrr kundu fáa pakkar leveraðar til hurðina ella á lokala posthúsinum, ikki longur fáa hesa tænastu. Nei, nú skulu tær gjalda frammanundan, og síðani senda bankakvittan suður til Havnar, og dagin eftir kemur pakkin kanska, sum fyrr varð leveraður skjótast møguliga við møguleika fyri gjaldi samstundis.

Hetta er bert eitt av fleiri dømum um, hvussu kalt og kyniskt henda almenna tænasta, sum eitur postútbering, í dag verður umsitin. Fyrr var tað Føroya fólk, umboðað av Føroya løgtingi og landsstýri, sum áttu og róku Postverk Føroya, tí talan var um eitt grundleggjandi part av undirstøðukervinum fyri eina tjóð.

Nú er tað ein stjóri, sum fær sína góðu løn fyri einsamallur at stýra og og sentralisera hesar grundleggjandi tænastur, so tær at enda ikki verða at kenna aftur. Vit eru í ferð við at fáa tvey sløg av borgarum: Tey í miðjuni, sum fáa tænastuna skjótt og nærverandi, og so hini kring landið, sum mugu bíða eftir, at molarnir verða sendir út nakrar dagar seinni. Eftir at tey fyrst hava goldið frammanundan.

Men hetta leggja privatiserandi politikararnir í Føroyum líka í. Teir hugsa ikki um, at eitt samfelag, ein tjóð, sum Føroyar eru, við 18 oyggjum, sýslum, landspørtum, kommunum og (fyrr eisini) valdømum, krevur at hava eina landsumfevnandi tænastu á nøkrum lykla økjum, so sum postúbering.

Kanska hava tey á Posta skjótt avtikið tænastuna so nógv kring landið, at tað er grundarlag hjá einari privatari fyritøku at stovna eitt nýtt privat Postverk Føroya, sum hevur deildir kring landið á størru plássunum, og har fer at veita ta tænastu, sum Postverk Føroya fyrr veitti, men sum við framferðini hjá Posta skjótt verður sentraliserað burtur?

 

Tað kann ikki passa, at ein deild í Klaksvík, sum í dag undir leiðslu av Signhild Vilhelmsdóttir veitir eina so góða og nærlagda tænastu, kostar so nógv fyri Posta, at tey mugu avtaka hana, ella er kynisman og profittmaksimeringin blivin so sterk á fyrrverandi Postverki Føroya, at sjálvt ikki næststørsti býurin í landinum einki posthús, ongan tænastudepil, fer at hava innan postútbering?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna