Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Degi og viku í kvøld royndi stjórin á Landsverki at lítisgera vandan í tunlunum á Borðoynni, hóast bæði borgarar og Rambøll sum serfrøði siga, at støðan er akutt | Mynd: kvf.fo

Sukurmolarnir hjá Landsverki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2020 - 23:11 Leiðarin Politikkur

Tað var ein sjónliga frustreraður stjóri á Landsverki, ið var í Degi og viku hóskvøldið. Verturin setti hann miðskeiðis í innslagnum skák og mát við at fáa hann at viðganga, at Landsverk enn onki hevur gjørt við frágreiðingina hjá Rambøll frá desember, ið ger vart við, at viðurskifti í tunlunum Norður um Fjall mugu bøtast beinanvegin, eins og at hann hevði noktað at givið borgara alment innlit í somu frágreiðingina.

Men tað versta var royndin at bagatellisera. Tá fólk í valdspositiónum føla seg kroyst, er ikki óvanligt, at tey samanbera álvarsomu støðuna við lættisoppa-matvørur. Øll kenna Marie Antoinette, kundu Ludvík sekstanda, sum skal hava sagt, at í staðin fyri at gera uppreistur kundu bøndurnir bara eta køkur. Úr okkara heimliga umhvørvi minnast vit fyrrverandi løgmann tosa um milliónir sum piparnøtur.

Sami retorikkur var at hoyra frá stjóranum á Landsverki. Eftir at tveir mans Eystan Múla høvdu greitt frá skelkandi hendingum í tunlinum, har annar hevði fingið umleið 2 tons av gróti frammanfyri bilin, segði stjórin á Landsverki, at tað sum kundu rapa undan loftinum í tunlunum vóru “sukurmolar”, ella í øllum førum á stødd við sukurmolar.

Øll vita, at tað er meira eydnan enn forstandið, at vanlukka ikki hevur staðist av enn. Men tað hevur verið nær við sera ofta, og materiellir skaðar eru ofta hendir. Greitt varð frá einum av hesum í sama innslagi frammanundan. Og har ein drúgv røð av líknandi upplivingum inni í tunlunum. Tey fólkini finnast eisini, ið als ikki tora at koyra ígjøgnum.

Hetta dugir Rambøll at síggja, men tá ein borgari so bað um innlit, so bøldi Landsverk á frágreiðingina í ½ ár. Og spurdur um hví, so segði stjórin, at “Og hvissi man hyggur í hesa frágreiðingina, [...] hevði eina lítla gjógv, sum man meinar skal sproytast inn,  og hon er púra ófarlig ...”. Vit spyrja tí:

– Hvussu fyristillar stjórin sær, at man kann hyggja í frágreiðingina, uttan at hava fingið innlit í hana?

– Um gjógvin er “púra ófarlig”, hvør er vandin so í at lata innlit?

– Stjórin viðgekk so, at har kunnu “dryssa smásteinar á stødd við sukurmolar” niður, men aftur her var talan um eina bagatellisering. Tí hví sigur Rambøll, at hesi neyðugt er at rætta hesi viðurskiftini beinanvegin, um tað er so vandaleyst, sum Landsverk vil gera tað til?

Í hesum málinum er øgiliga nógv, sum skurrar. Stjórin á Landsverki hevur umbiðið eina frágreiðing frá Rambøll, sum ger vart við nøkur týðandi viðurskifti í Tunlunum Norður um Fjall, ið mugu rættast beinanvegin, eins og Rambøll eisini ger vart við, at viðurskifti sum teir hava mælt til at rætta í undanfarnum kanningum av somu tunlum, framvegis ikki eru rættað. Ein borgari má liggja í stríð við bureaukratiið í eitt hálvt ár fyri at fáa innlit í frágreiðingina. Og samstundis gera borgarar vart við næstan-vanlukkur inni í tunlunum.

Vit hava sostatt fleiri óttafullar borgarar og eina frágreiðingin, ið gevur teimum eina góða orsøk til at vera óttafullar. Men eitt Landsverk, sum kallar trupulleikarnar fyri “sukurmolar” og ongan skund hevur við at rætta teir; tað verður gjørt í summar ella einaferð seinni í ár, ljóðaði tað.

Hví ikki bara viðganga tað, sum øll kortini vita, nevniliga at farleiðin Norður um Fjall longu hevur bíðað alt í verðini ov leingi?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld