Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umsitingin av Vága- og Norðoyatunlunum heldur til á Hoyvíksvegi 65 í Tórshavn

Nær flyta undirsjóvartunlarnir?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.06.2020 - 13:39 Leiðarin Politikkur

Í ólavsøkurøðuni 2018 bleiv lovað, at 1. januar 2019 skuldu umsitingarnar av Vága- og Norðoyatunlunum flytast til Runavíkar. Árið 2019 er bæði komið og farið, og nú kemur 2020 í helvt, men framvegis er onki hent.

Dávur Høgnason flutti fram miðnáttarrøðuna á Eystanstevnu í ár, og hann kom inn á, hvussu striltið tað gekst at fáa nakað alment virksemi uttanfyri miðstaðarøkið. Sjóvinnustýrið flutti úr Vágum til Havnar í 2017, nakað sum bert skuldi vera fyribils, men sum bara dregur meira og meira út. Umsitingin av aliloyvum varð løgd í Suðuroynni, men har tók yvirliggjandi stovnurin bara av sínum eintingum og flutti hana aftur til Havnar.

Og sum Dávur Høgnason so púra rætt vísti á, so var politiski viljin altso, at partafeløgini Norðoya- og Vágatunnilin skuldu flyta til Runavíkar um ársskiftið 2018/2019, men enn er tað ikki hent.

Finnast fólk, sum liggja í buktini og mótarbeiða politiska viljanum, tá tað kemur til at staðseta alment virksemi uttanfyri Tórshavn? Um ja, hvørji eru hesi, og hví sleppa tey tað? Í øllum føri tykist tað, sum um har er onkur, ið tilætlað koyrir grús í maskinaríið og seinkar prosessunum ella enntá beinleiðis mótarbeiðir teimum.

Nú eigur myndugleikin at traðka í karakter, sláa nevan í borðið og krevja, at fyrisitingin útinnir viljan hjá politisku skipanini. Og tey, ið mótarbeiða hesum, eiga sjálvsagt at verða sett uttanfyri ávirkan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…