Lýsing
Lýsing

Gott at sjúkrahús-undangongumenninir ikki uppliva hetta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2020 - 13:53 Leiðarin Politikkur

Afturi um aldarskiftið til ár 1900, tá fólkatalið í Føroyum bert var knapt 15.000, fingu vit tey trý núverandi sjúkrahúsini í Føroyum. Klaksvíkar Sjúkrahús kom í 1898 og Suðuroyar Sjúkrahús í 1904. Landssjúkrahúsið kom í 1924, men avloysti Gamla Hospital frá 1829. Í dag eru fleiri í miðal fyri hvørt sjúkrahúsið, enn tað livdu í øllum Føroyum tá, men kortini skal tað eita seg, at teimum smáu ikki er lív lagað.

At vit fingu eitt sjúkrahús í Klaksvík er einans eldsálum fyri at takka. Eysturoyingar og norðoyingar tóku lógvatak seinast í 19. øld og lótu sjúkrahús nærhendis gomlu Klakksvíkini, í fyrstu syftu fíggjað av privatum innsavningum í teimum báðum økjunum. Undangongumaðurin fram um aðrar var Axel Ludvig Bartsch, økislækni í Norðoyggjum um hetta mundið.

Tað nærmasta, vit føroyingar eru komnir einum borgarakríggi, hendi í 1950’unum, tá kreftir í miðstaðarøkinum heittu á danir um at senda krígsskip til Føroya at basa klaksvíkingunum, ið ikki vildu av við sín sjúkrahúslækna. Hetta er ein skammblettur í Føroya søgu. Danmark viðurkendi sín part av skommini og læt nøkur ár seinni Klaksvík Christianskirkjuna sum eitt plástur uppá sárið. Og eitt av úrslitunum var eisini, at Klaksvíkar Sjúkrahús fekk sína egnu, sjálvstøðugu leiðslu. Áðrenn hevði tað verið ein felagsleiðsla við fimm fólkum, tveimum frá danska statinum og trimum løgtingslimum, ið fungeraði sum sjúkrahússtýri.

Ein av eldsálunum í stríðnum at menna Klaksvíkar Sjúkrahús var sjálvstýrismaðurin Asbjørn Joensen, stjóri á Tekniska Skúla ígjøgnum 25 ár og borgarstjóri í Klaksvík nøkur ár eftir læknastríðið. Seinni gjørdist hann landsstýrismaður. Allastaðni hann var, og har Klaksvíkar Sjúkrahús var fyri ágangi, tók hann blaðið frá munninum og setti tey uppá pláss. Og ongantíð í hansara vaksnu livitíð eydnaðist tað at avmontera nakað av sjúkrahúsinum. Tvørturímóti var ein stór útbygging av tí í 1960’unum.

Hóast fólkatalið er meira enn trýfaldað, síðani vit fingu tað triðja sjúkrahúsið í Føroyum, eru kreftir í miðstaðarøkinum, sum upp í saman endurtaka, at Føroyar við sínum 52.000 íbúgvum eru ov fámentar til at hava 3 sjúkrahús. Tað var eitt av argumentunum fyri at niðurleggja Føðideildina í Klaksvík í 2010. Vit kundu væl bera tríggjar føðideildir við einans 15.000 íbúgvum, men við 50.000 mátti tað minkast niður í eina ... ?

Hyggja vit rundan um okkum, so er umleið ongin, sum hugsar eins og sentralistarnir í Føroyum gera. Í Danmark er tummilsreglan, at ongin skal hava meira enn ½ tíma til nærmasta sjúkrahús. 

Men sum miðstaðarøkið fjølgast, vísir tað seg, at forstáilsið fyri tørvinum á at hava sjúkrahús í nærumhvørvinum minkar samsvarandi. Stutt eftir at øll føðing varð sentraliserað í Tórshavn vórðu røddir frammi um at miðsavna alla palliativa viðgerð í Havnini eisini. Hvør skal siga: Føroyingar skulu í so stóran mun sum gjørligt bæði verða føddir og doyggja í Havn!

Ágangurin á smáu sjúkrahúsini í 2010-2018 kann valla samanberast við Læknastríðið, men nú tykist bæði hann meira óbeinleiðis og kortini meira skipaður. Krígsskipini eru útskift við “menningarætlanir”, ið bakka Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús aftur til tíðina áðrenn 2001, tá eittans sjúkrahúsverk var setanarmyndugleiki, og heilt aftur til tíðina áðrenn 1955, tá bert einans sjúkrahúsleiðsla var.

Nú liggja Bartsch, Asbjørn Joensen og aðrar kempur undir grønu torvu, men tá man hugsar um alt, ið liggur eftir teir, er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at teir valla høvdu verið álvuligir við tað, sum fer fram í dag viðvíkjandi teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald