Lýsing
Lýsing
Lýsing
Her á Þingvellum varð Ísland útrópt lýðveldi at vera hendan dagin, 17. juni, í 1944

Kvøða til Íslands

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2020 - 11:08 Leiðarin Mentan Politikkur

Í dag, tann 17. juni, hátíðarhalda vit 74-ára dagin fyri Íslandi sum sjálvstøðugari tjóð. Tað var í verstu krígstíð í 1944, at íslendingar tóku avgerðina um at loysa endaliga frá Danmark, eftir at hava verið sjálvstøðugt land í kongsfelagsskapi við Danmark síðani 1918. Ein avgerð, sum at kalla allir íslendingar tóku undir við.

Á søguliga staðnum Þingvellir varð Ísland lýst lýðveldi at vera tann 17. juni 1944. Frammanundan hevði verið fólkaatkvøða, har omanfyri 98% av fólkinum við valrætti luttóku, og úrslitið er helst nær við at hava heimsmetið í undirtøku: Heili 99,5% av íslendska fólkinum atkvøddi fyri loysing.

Til spurningin um Ísland skuldi skipast sum lýðveldi, republikk, var undirtøkan bert eitt lítið vet lakari. 95,04% atkvøddu fyri tí, og fyrsti forseti Íslands, Sveinn Björnsson, hevði tí eina sera lætta avgerð at taka, ið var at kunngera, at Ísland nú varð sjálvstøðugt land.

Ísland kundi tó ikki upploysa lógina frá 1918 um kongsfelagsskapin ella personaluniónina við Danmark einsíðugt, men eftir ein so greiðan meiriluta hevði Danmark onki val, og 4 ár seinni varð lógin sett úr gildi frá danskari síðu eisini. Hesi fýra árini fóru við tingingum og samráðingum um viðurskiftini millum Danmark og Ísland framyvir. Longu í 1946 bleiv Ísland limur í ST, ið varð sett á stovn árið fyri, og trý ár seinni av NATO.

Føroyar og Ísland hava altíð verið brøðratjóðir burturav. Vit hava líknandi landnám at kalla um somu tíð, stovnaðu løgting og alting (okkara Løgting var upprunaliga eitt alting) eftir sama mynstri, vórðu kristnað um somu tíð, fóru undir Noreg og seinni undir Danmark um somu tíð. Fyrst í 1800-talinum fer tó fram ein sterk tjóðskaparveking í Íslandi, ið ikki sæst í Føroyum fyrrenn seint í somu øld.

Jón Sigurðsson verður vanliga sagdur at vera maðurin, ið stóð á odda fyri íslendsku tjóðskaparvekingini. Men hann, ið var óbeinleiðis orsøk til hesa veking, var tann í Føroyum eisini so kendi Jørundur Hundadagakongur ella Jørgen Jürgensen, sum hann æt. Uttan stórvegis hóvasták setti hann donsku yvirvøldina frá í 1809 og útnevndi seg sjálvan til verndara Íslands. Og við bert 8 monnum stýrdi hann í ein góðan mánað, hundadagarnar í 1809, harav navnið, til bretar settu hann frá.

Aftur her speglast tað føroyska samfelagið í tí íslendska. Tá Føroyar um sama mundið vórðu álopnar av fyrst og fremst “Brillumanninum” vísti lítil vernd og hjálp seg at vera í dønum á Skansanum, og brillumaðurin slapp at kalla ótarnaður at herja oyggjarnar. Í Íslandi formáddi danir sær heldur onki, tá á stóð, og í báðum førum hevur hetta ivaleyst ført til eina tortrúgv uppá, at danir vóru førir fyri at verja Føroyar og Ísland ímóti ágangi og álopum uttanífrá.

Tað vóru eisini líknandi støður, sum bæði í 1918 og aftur í 1944 førdu til, at íslendingar tóku tey seinastu fetini á fullveldisleið. Undir fyrra heimsbardaga vóru íslendingar avskornir frá Danmark, og sóu vantandi virðið í ríkisfelagsskapinum. Og undir seinna heimsbardaga vóru tað aftur bretar, og ikki danir, ið vardu Ísland, tá á stóð. Júst sum 135 ár frammanundan.

Umstøðurnar gjørdu avgjørt avgerðina hjá Íslandi í 1944 lættari at taka. Og hóast nógvir brotasjógvar og kreppur finst neyvan nakar íslendingur í dag, ið heldur, at tað ikki var ein røtt avgerð, ið varð tikin.

Hjartaliga tillukku, brøðratjóðin Ísland!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB