Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stóra gjøgnumbrotið hjá 18 ára gamla Jonn Johannessen

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.06.2020 - 12:02 Ítrottur Tíðindi

Yngsti leikarin á KÍ-liðnum var sera eyðsýndur mikukvøldið.

18 ára gamli Jonn Johannessen fekk møguleikan frá byrjan í álopinum saman við Ole Erik Midtskogen. Hann spældi væl móti Víkingi sum innskifari og hesaferð fekk hann møguleikan frá byrjan í einum topp 5 útidysti. Jonn hevur áður skorað nøkur mál fyri KÍ, eisini í Europa League, men hetta var kanska toppdysturin, har hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot. Jonn skoraði eitt gott mál og skoraði Jóannes Bjartalíð uppá brotssparkið, sum hann plagar, so fekk hann eisini eitt upplegg. Harafturat kom hann til nógvar góðar álopsstøður og var sum heild millum teir mest eyðsýndu á vøllinum.

Jonn hevur í fyrstu átta umførunum fingið møguleikan frá byrjan í trimum dystum, men tað talið fer helst at lutfalsliga hækka komandi umførini, um avrikini halda fram at vera eins sannførandi sum hesi seinastu tvey umførini, har talan hevur verið um sterk mótstøðulið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!